Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-9 Landafrøði 2 Avritssíða 12.3 Órættvísur heimur Uppgávan er at finna hagtøl um hesi lond: Frakland, Portugal, Mosambik, Bretland, USA, Kenja, Nigeria, Angola, India, Kjad, Vjetnam og Føroyar. Skipa hagtølini í talvu. Hagtølini skulu vera um: • BTÚ (bruttotjóðarúrtøka) fyri hvønn íbúgva • Miðal lívsævi • Pinkubarnadeyða • Lesiførleika • Tal á fólki fyri hvønn lækna. Fyrst skalt tú kanna, hvat hesi tøl kunnu siga og ikki siga um eitt ávíst land. Tú kanst eisini brúka mátið HDI, sum er innan í vinstru permu í bókini. Hugsa um hesar spurningar: -- Hvørji av londunum, tú hevur arbeitt við, eru gomul hjálandaveldi, og hvørji lond hava fyrr verið hjálond? -- Sært tú nakað serligt mynstur í hagtølunum? Um so er, hvørji? -- Hvørjar heldur tú orsakirnar vera til fátækdømi, stríð og órættvísi í heiminum? Tak hesi sjónarhorn við í metingini: hjálandapolitikkur, handil, altjóða fyritøkur og bankar, einaveldi, mutur og annað, sum kemur tær í huga. -- Hvat heldur tú skal gerast við trupulleikan? Ein góð síða at finna hagtøl er: www.globalis.dk Aðrar slóðir til hagtøl eru at finna á: www.hagstova.fo > Slóðir www.dst.dk > Find statistik > International statistik > International statistik eftir emne http://www.dst.dk/da/Statistik/international-statistik/efter-emne . aspx
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=