Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-11 Landafrøði 2 Avritssíða 12.5 Landafrøði og politikkur – Endurtøka 1. Nevn nøkur dømi um, hvat kann ávirka landamørk. 2. Hvørjir ymiskir hættir eru at stjórna einum landi? 3. Í hvørjum londum er Kurdistan? 4. Greið frá hugtøkunum tjóð og kommuna . 5. ST og ES eru tveir yvirtjóða felagsskapir. Hvat er endamálið við hesum felagsskapum? 6. Vís á tvey sjónarmið, ið finnast at ES, og á tvey, sum taka undir við ES. 7. Nevn trý dømi um landamørk við strongum vaktarhaldi. Hví er strangt vaktarhald við summi landamørk? 8. Vís á trý dømi um, hvussu hjálandastevnan hevur ávirkað fólkið í fyrrverandi hjálondum. 9. Greið frá hugtakinum nýkolonialisma . 10. Nevn trý dømi um órættvísi í heiminum. 11. Tak støðu til hetta uppáhald: Fríhandil ger heimin rætt­ vísari. Grundgev fyri støðutakanini. 12. Hvussu ávirkar alheimsgerðin teg? Er alheimsgerð góð ella ring, hvat heldur tú? Grundgev fyri svarinum. 13. Í bókini stendur, at ætlanir í samfelagnum og landa­ frøði hoyra saman. Royn at finna nøkur dømi um, hvat rithøvundarnir meina við hesum uppáhaldi.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=