Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 12-12 Landafrøði 2 Avritssíða 12.6 Landafrøði og politikkur - Hugdýping 1. Finn, í hvørjum av hesum londum einaveldi er, og í hvør- jum londum fólkaræði er: Týskland, Saudiarabia, Kina, Ísrael, USA, Kuba og Irak. Ansa eftir, at tú veitst, hvar ymsu londini eru. Finn dømi um, hvussu fólkaræði er øðrvísi enn einaræði. 2. Finn fram til, hvussu landamørkini í Evropa broyttust í 20. øld. Hví eru landamørkini broytt? 3. Finn fram til, hvussu kommunan, sum tú býrt í, virkar. Hvørjum økjum hevur kommunan ábyrgdina av? Hvør avger, hvussu kommunan skal stýrast? 4. Hví hava vit ST og ES? Hvørjir fyrimunir og vansar eru við stórum yvirtjóða felagsskapum sum ES og ST? 5. Ført verður fram, at tað í stóran mun er hjálandastevna, sum er orsøk til órættvísi og ósemjur í heiminum. Royn at greina, hvat meint verður við hesum uppáhaldi. 6. Hvørjar avleiðingar kunnu vantandi og skeivar ætlanir í samfelagnum fáa fyri fólkið í einum øki? 7. Tað hendir javnan, at tvørtur um landamørk taka seg upp rørslur og felagsskapir, sum mótmæla órættvísi ella royna at arbeiða fyri størri rættvísi. Finn upplýsingar um onkra slíka rørslu ella felagsskap. Nøkur dømi: ATTAC, Occupy Wall Street, BIEN (Basic Income Earth Network), Fair Trade, Global Alliance for Banking on Values, Mellemfolkeligt Samvirke.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=