Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-1 Landafrøði 1 Jørðin og kortini Fyrsti partur í Landafrøði 1 viðger hesi evni: • Rúmdin og sólskipan okkara • Tíðir og árstíðir • Jørðin • Knattnetið • Tíðarsonur • Kortið og niðurfellingar Næmingarnir læra at fata hugtøk og at skipa tey. Í nógvum uppgávum læra næmingarnir at nýta og menna hugflogið. Evnini, sum verða viðgjørd, eru ymisk, og tey eru nær knýtt at náttúrulærugreinunum og kunnu tí væl verða nýtt tvørfakliga. Kortini kunnu t.d. verða nýtt í ítrótti/postarenning, og í støddfrøði ber eisini til at brúka tey, tá ið arbeitt verður við lutfalli. Endamál At síggja jørðina í einum størri samanhangi Høvuðsendamálið er at seta jørðina í størri samanhang. Næmingarnir skulu skilja, at gongustjørna okkara er ein evarska lítil partur av eini ómetaliga stórari heild, og at fyribrigdi, sum hava við jørðina at gera, hava ment seg yvir ógvuliga langa tíð. At brúka kortið Kortið er tað týdningarmesta amboðið í landafrøðini, verður ofta sagt. Í øllum landafrøðiligum arbeiði hevur kortið alstóran týdning sum kelda og miðil at geva vitan víðari. Kortið er so statt eitt amboð, sum allir næmingar eiga at duga at nýta í lærugreinini landafrøði. Tá ið næmingarnir eru lidnir við hendan partin, skulu teir hava ognað sær grundleggjandi vitan, sum ger teir førar fyri at fara undir størri uppgávur, har teir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. BÓKMENTIR Pól Jespersen: Rúmdin. Nám 2012 Simon Holland: Rúmdin. Føroya Skúlabókagrunnur 2002 Petur Ove Petersen: Heimurin 1. Føroya Skúlabókagrunnur 1994 J. Kragesteen, G. Mortensen: Heimurin 2. Føroya Skúlabókagrunnur 1993 Pól Jespersen: Heimurin 3. Føroya Skúlabókagrunnur 1996 Jens Peter Møller: Náttúra og umhvørvi. Føroya Skúlabókagrunnur 1996 HEIMASÍÐUR www.kortal.fo 3
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=