Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 13-1 Landafrøði 3 Heimurin – felags uppgávur til Landafrøði 3 Bókin viðger teir einstøku heimspartarnar: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika, Osiania (Avstralia, Nýsæland og oyggjar í Kyrrahavi) og Antarktis. Í hesum partinum av lærarabókini eru uppskot til uppgávur, sum kunnu verða brúktar til allar heimspartarnar uttan Antarktis. Uppgávurnar hava ymisk torleikastig og eru væl egnaðar at leggja fyri við, áðrenn tit fara víðari til hvønn heimspartin sær, har tær uppgávurnar eru, sum eru serstakar fyri hvønn einstakan heimspart. Í Landafrøði 3 eru partarnir um heimspartarnar skipaðir soleiðis: • Stutt lýsing av heimspartinum • Stutt lýsing av økjum, londum og stakríkjum (um nøkur eru) • Søga • Íbúgvar, mál og átrúnaður • Náttúran, veðurlag og vøkstur • Landbúnaður, skógarbrúk (um nakað er) og húsdýr • Náttúrutilfeingi og ídnaður • Umhvørvisvandamál Endamál Læra at fáa til vega grundleggjandi upplýsingar og at eggja til kvalitativan kunnleika Tær báðar fyrstu uppgávurnar eru ætlaðar á einfaldan hátt at læra at savna upplýsingar um ávís evni, og tann seinna fevnir harumframt um at finna einfalda kvalitativa vitan. At skilja, hvussu landafrøðiligu fortreytirnar hava ávirkað menning og eyðkenni í við­ komandi heimsparti Tær báðar seinastu uppgávurnar leggja dent á, at næmingarnir ogna sær kvalitativan kunnleika. BÓKMENTIR Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur 1999 13

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=