Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 13-2 Landafrøði 3 Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • veit, hvar heimsparturin er, og hvussu stórur hann er, bæði í mun til Norðurlond og til hinar heimspartarnar • veit um og dugir at finna týdningarmestu lond, stórbýir, áir, fjøll og vøtn á einum korti • dugir í stuttum at greiða frá íbúgvunum í hvørjum heimsparti, náttúruni, veðurlagi, vakstrarøkjum, jørðildi, ráevnum, vinnuvegum og dugir á einfaldan hátt at vísa á samband millum hesi • dugir at nevna dømi um, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri umhvørvið í viðkomandi heimsparti, hvussu menniskju liva, og hvussu tilfeingið verður gagnnýtt. Uppgávur til heimspartarnar Her eru fýra uppgávur, sum kunnu verða brúktar til allar heimspartarnar (uttan Antarktis). 1. Navnatilfar – grundarlag hjá øllum næmingum. 2. Framløga um trý lond út frá hagtølum - einføld uppgáva í at finna og samanbera upplýsingar. 3. Einfaldar greiningar í økislandafrøði - ætlað næmingum, sum hava tørv á skipaðum virksemi. 4. Framkomnar greiningar í økislandafrøði - ætlað næmingum, sum eru førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Best er, um næmingarnir fyrst arbeiða við navnatilfarinum og síðan halda fram við onkrari av hinum uppgávunum, alt eftir hvat, ið teir megna. Á internetinum eru nógvar síður at læra seg nøvn í landafrøðini. Ein góð síða er: www.seterra.net Har ber til at velja, á hvørjum máli spurningar og svar skulu vera. Kann takast niður ella verða nýtt álinju: www.seterra.net/da

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=