Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 13-3 Landafrøði 3 Navnalandafrøði Í lærarabókini eru avritssíður: tvey kort av hvørjum heimsparti: eitt náttúrulandafrøðiligt og eitt politiskt. Fyri at gera tað lættari hjá næmingunum er best, um tú setir tøl á tey lond, stórbýir, áir, fjøll og vøtn, sum tú vilt, at næmingarnir skulu læra. Hetta er ikki við á kortunum í lærarabókini, tí tað veldst um, hvat tit vilja leggja dent á. (Sí eisini brotið At ogna sær grundleggjandi vitan í partinum Kunnleiki og námsfrøði ). Framløga um trý lond út frá hagtølum Uppgávan snýr seg um at finna og samanbera hagtøl um trý lond. Uppgávan kann verða brúkt til at styrkja kvalitativan kunnleika hjá teimum næmingum, sum hava torført við tí. Uppgávurnar eru eisini ein góður møguleiki at læra seg at leggja fram. Næmingarnir kunnu arbeiða við avritssíðuni Framløga um trý lond út frá hagtølum. Úrslitið kann verða lagt fram munnliga fyri øllum flokkinum, fyri pørtum av flokkinum, ella bara fyri læraranum. Lat næmingarnar greiða frá, hvørjar keldur tey hava nýtt, og bið tey royna at gera nakrar niðurstøður av samanberingunum. Einføld greining í økislandafrøði Økislandafrøði er at lýsa og greina eitt avmarkað øki úr ymsum sjónarhornum. Tá ið arbeitt verður við einum landafrøðiligum øki, eru tey týdningarmestu hugtøkini hesi: veðurlag, náttúrutilfeingi, vinnulív og íbúgvar. Fýra avritssíður verða nýtt til greiningina: Veðurlag og vøkstur í økinum, Landbúnaður í økinum, Náttúrutilfeingi og ídnaður í økinum og Íbúgvar í økinum . Fyri at næmingarnir skulu fáa betri pláss at skriva á, er skilagott at vaksa avritssíðurnar til A3. Tá ið næmingarnir hava arbeitt við avritssíðunum, kunnu teir hugsa um hesar báðar spurningarnar: -- Hvussu ávirka lívsførsla og tilfeingisnýtsla umhvørvið í økinum, sum tú hevur arbeitt við? -- Hvørjir trupulleikar í økinum eiga at verða loystir, og hvørjar kunnu loysnirnar vera? Avritssíður 13.1 - 13.12 Avritssíða 13.13 Avritssíður 13.14-13.17

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=