Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 13-4 Landafrøði 3 Arbeiðsháttur og framl øguháttur Uppgávan hóskar væl til, at næmingarnir arbeiða saman tveir og tveir. Fyri at avmarka uppgávuna er skilagott at býta heimspartin í øki ella lond (á avritssíðuni verður brúkt orðið “øki”). Hvør bólkur fær síni øki ella lond. Bólkarnir kunnu leggja arbeiðið fram munnliga og/ella við framløguforriti. Tað ber eisini til at gera veggjamyndir. Kort í onkrum líki skulu vera partur av framløguni. Keldur Næmingarnir eiga at brúka ymsar aðrar keldur enn bókina og atlas, hóast nógv er at finna har. Framkomin greining í økislandafrøði Økislandafrøði snýr seg um at lýsa og greina eitt avmarkað økið úr ymsum sjónarhornum. Týdningarmikil hugtøk, tá arbeitt verður við landafrøðiligum økjum, eru: landafrøði, veðurlag, náttúrutilfeingi, vinnulív og íbúgvar, umframt vøkstur og dýralív. Við trimum spurningum kann verða tikið saman um tað økislandafrøðiliga sjónarhornið: -- Hvussu eru náttúruviðurskiftini í økinum? -- Hvussu ávirka náttúruviðurskiftini lívið hjá fólkinum og hvussu tilfeingið verður gagnnýtt? -- Hvussu broytir og ávirkar virksemið hjá menniskjum náttúruna? Aðalmálið í økislandafrøðini er at duga at síggja og greina sambandið millum náttúruna og fjølbroytta virksemið hjá menniskjum í økinum. Tá er neyðugt at vita, hvussu náttúran er háttað, og hvat virksemi fer fram. Landafrøði 1 og 2 veita góðan forkunnleika í hesum sambandi. Arbeiðsgongd Legg avritssíðuna Tankakort til økið fyri næmingarnar. Tað er góð leiðbeining í, hvørjari vitan tey skulu leita eftir. Legg dent á, at tað ikki bert snýr seg um at finna upplýsingar, men eisini at skilja samanhangir – hvussu ymisk fyribrigdi ávirka onnur. Arbeiðið við frymlinum hevur tvey endamál: Næmingarnir skulu læra seg eitt háttalag, hvussu teir kunnu greina eitt landafrøðiligt øki, samstundis sum teir læra seg, hvussu og hví økið sær út, sum tað ger. Næmingarnir skulu altso fyrst finna upplýsingar og síðan – ella meðan teir arbeiða – svara hesum spurningum (avritssíðan Hvussu er samband ): 1. Hvussu hava jarðfrøði og veðurlag ávirkað íbúgvarnar? Avritssíður 13.18-13.19

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=