Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 13-5 Landafrøði 3 2. Hvussu hava jarðfrøði og veðurlag ávirkað náttúrutilfeingið? 3 Hvussu hava jarðfrøði og veðurlag ávirkað vøkstur og dýralív? 4. Hvussu hava vøkstur og dýralív ávirkað onnur viðurskifti? 5. Hvussu hevur náttúrutilfeingið ávirkað vinnulívið? 6. Hvussu hevur vinnulívið ávirkað fólkið? 7. Hvussu hava lívsførsla og nýtsla av tilfeinginum ávirkað umhvørvið? 8. Hvørjir trupulleikar í økinum krevja loysnir, og hvørjar kunnu loysnirnar vera? Lat næmingarnar brúka nógvar ymiskar keldur í arbeiðinum, til dømis bókina, atlas og hagtøl. Internetið er sjálvandi eisini ein týðandi kelda. Sí slóðir á snar.fo. Arbeiðshættir og framløguhættir Lat næmingarnar arbeiða við at greina økið hvør sær ella í bólkum. Hóskandi er, at heimsparturin verður býttur í øki ella lond, so uppgávan verður avmarkað. Hvør næmingur ella bólkur fær síni øki ella lond. Her eru tvey uppskot til ymsar arbeiðshættir: 1. Hvør í bólkinum hevur ábyrgdina av einum ella fleiri økjum, sum greiningarfrymilin fevnir um (til dømis Jarðfrøði, Veðurlag umframt vøkstur og dýralív; Náttúrutil- feingi, Vinnulív og Íbúgvar). Hvør einstakur leggur fram fyri hinum í bólkinum. Síðan greiða tey í felag svarini á avrits- síðuni Hvussu er samband 2. Bólkurin arbeiðir í felag stig fyri stig við hvørjum øki. Sko- tið verður upp at brúka hesa raðfylgju: Jarðfrøði, Veðurlag, Vøkstur og dýralív, Náttúrutilfeingi, Vinnulív, Íbúgvar. Aftaná ella so hvørt verða spurningarnir: Hvussu er sam- band svaraðir. Ymsir framløguhættir kunnu verða brúktir: • Munnliga - í flokkinum • Munnliga - fyri øðrum bólki/bólkum • Skrivliga - sum hefti • Skrivliga - sum veggmynd • Við framløguforriti Kort eiga altíð at vera partur av framløguni.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=