Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-2 Landafrøði 1 Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at greiða einfalt frá, hvussu jørðin og rúmdin verða hildin at vera vorðin til • dugir at greiða frá árstíðunum, degi og nátt • dugir at finna ymisk støð á jørðini eftir knattnetinum og nevna dømi um, hvussu knattnetið kann verða brúkt í ymsum høpi • dugir at siga, hvussu nógv klokkan er í øðrum londum samanborið við klokkutíðina í Føroyum • dugir at greiða frá, hvat eitt kort er, og hvussu tað kann verða brúkt í ymsum høpi • veit, hvussu ymsar niðurfellingar ávirka kortið, og hvussu tær kunnu vera brúktar • skilir støddarlutfall • dugir tær vanligastu teknlýsingarnar fyri vegir, vøtn, bygd øki, landbúnað og skóg • dugir at nevna dømi um ymisk kortsløg og hvussu tey verða brúkt. Arbeiðsgongd Rúmdin – ein torfør gáta Sólskipan okkara Uppskot til innleiðslu: Tak niður ókeypis forritið Celestia á www.shatters.net/celestia . Tað er lætt at læra seg at brúka forritið. Fortreytin er tó, at tú hevur høvi nýta samvirkna talvu ella teldustórskíggja í skúlastovuni. Celestia er eitt 3D-telduforrit, sum simulerar eina rúmdarferð. Í forritinum kanst tú reika runt í rúmdini og suma inn á gongustjørnur, stjørnur og annað. Tað ber eisini til at velja tann grafikk, tú vilt hava, t.d. at vísa stjørnumyndir ella ringrásina hjá gongustjørnunum um sólina. Práta við næmingarnar, meðan forritið verður brúkt. Næmingarnir eru ofta forvitnir viðvíkjandi rúmdini, so tað er ikki vist, at tær nýtist at hava gjørt spurningar frammanundan. Er torført at fáa gongd á prátið, kanst tú seta einfaldar spurningar um frástøðu og ferð, um nøvn á onkrari gongustjørnu, ella hvussu rúmdin bleiv til. Í bókini á bls. 8 finnur tú eisini nakrar spurningar. Landafrøði 1, bls. 8–11

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=