Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-3 Landafrøði 1–3 Prátið kann gerast bæði áhugavert og drúgt. Nógvir spurningar krevja holla vitan um alisfrøði, men tað, sum um ræður í hesum høpi, er ikki at koma við neyvum vísindaligum frágreiðingum, men heldur at vekja undran um alheimin. Aftan á “rúmdarferðina” er gott at arbeiða skrivliga við henni. Skriva á talvuna: Rúmdin, stjørnubreyt, stjørna, sólskipan, smástjørnur og gongustjørnur. Næmingarnir kunnu so skipa tær eftir stødd og hava bókina til hjálpar. Annað nýtist teimum ikki fyri at loysa uppgávurnar. At enda kunnu næmingarnir eisini skriva eina frágreiðing um, hvussu alheimurin varð til. Tú kanst eisini siga næmingunum frá øðrum ástøðum um upprunan, eitt nú átrúnalig . Hvat hugsa næmingarnir sjálvir? Jørðin – gongustjørna okkara Tað ber væl til at viðgera hendan partin framman undan partinum “Tíðir og árstíðir”. Lærarin kann greiða frá og nýta talvuna, samstundis sum hann tosar við næmingarnar um evnið. Tað elvir til undran at vita, at jørðin fer við slíkari ferð í rúmdini. Sólskipanin flytur seg eisini við nógvari ferð um ein annan ás. Alt í rúmdini melur um hvørt annað. Jørðin varð til fyri umleið 4600 milliónum árum síðan. Tað er ikki lætt at ímynda sær ein slíkan tíðarkarm. Tí kann vera hent at taka onkur dømi, so næmingarnir betur skilja samanhangið. Tú kanst t.d. biðja næmingarnar gera uppgávuna á avritssíðuni Aldurin á jørðini úr einum øðrum sjónarhorni. Ber síðani saman ta vísindaligu frágreiðingina við Bíbliuna (1. Mós 1.1-2.4*). Lat næmingarnar gera yvirlit yvir tíð og raðfylgju í skapanarsøguni. Í sambandi við gongustjørnur og annað ber til at gera nógvar spennandi uppgávur. Nærlagdir og ídnir næmingar kunnu læra seg um lofthavið á Mars og skriva eina frágreiðing um, hví lív er á jørðini, men neyvan á Mars. Fram til 2009 vita vit um fleiri enn 330 gongustjørnur uttan fyri okkara sólskipan, har hildið verður, at fortreytir fyri lívi kunnu vera á onkrari teirra. Næmingar, ið hava hug, kunnu fáa sum uppgávu at greiða frá, hvørjar fortreytirnar eru fyri lívi á einari gongustjørnu. *Hetta er tann fyrra av tveimum skapanarsøgum í Gamla Testamenti. Landafrøði 1, bls. 15–16 Avritssíða 3.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=