Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 13-22 Landafrøði 3 Avritssíða 13.17 Íbúgvar í økinum 1. Hvussu stórur partur av øllum fólkinum í heiminum býr í hesum øki? 2. Hvørji øki eru tættbygd, og hvørji er strálbygd? 3. Hví búgva fá fólk ella nógv fólk í hesum økjum? 4. Hvørjir átrúnaðir eru í økinum? Greið í stuttum frá hesum átrúnaðum. 5. Í hvørjum vinnugeira arbeiða tey flestu fólkini í økinum? Vinnugeirarnir eru: 1. Landbúnaður og fiskivinna 2. Ídnaður og handverk 3. Tænastuvinna og kunning (Við hvørt verða kunning og serfrøði innan kunning roknað sum 4. vinnugeiri, men í flestu yvirlitum eru tey tald við í 3. vinnugeira.)

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=