Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-1 Landafrøði 3 Evropa Í hesum partinum verður dentur lagdur á at kanna støðuna hjá Evropa í heiminum og nakrar týðandi framtíðarspurningar. Í sambandi við uppgávur um grundleggjandi navnalandafrøði og økislandafrøði verður víst til partin Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3 . Í lærarabókini eru uppgávur, sum millum annað venja førleikarnar: At síggja orsakir og avleiðingar, at hugsa kritiskt úr einum søguligum sjónarhorni, at leita eftir og skipa upplýsingar umframt at grundgeva og sjálvstøðuga støðutakan. Mál At skilja orsakirnar til gongdina í Evropa og eyðkenni hjá hesum heimsparti Evropa hevur eina sterka støðu í heiminum, hóast kappingin harðnaði í seinnu helvt av 1900-talinum og fyrst í 2000. Nógvar av orsøkunum til støðuna eru tongdar at søguni og landafrøðini í hesum heimsparti At f áa innlit í , at lívsførslan hjá okkum kann elva til umhvørvisvandamál Gongdin í Evropa hevur øðrumegin skapað eitt materielt ríkt samfelag, men hevur hinvegin elvt til lívsførslu, sum sæð úr einum vistfrøðiligum sjónarhorni hevur álvarsamar avleiðingar fyri umhvørvið við sær. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir á einfaldan hátt at greiða frá, hví Evropa hevur so sterka støðu í heiminum og er so væl fyri tøkniliga og fíggjarliga • dugir at nevna dømi um, hvussu tilfeingisnýtsla og lívsførsla í Evropa ávirka umhvørvið. BÓKMENTIR Danmørk. Finnland. Grønland, Føroyar og Ísland. Noreg. Svøríki. Føroya Skúlabókagrunnur 1995 14
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=