Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-2 Landafrøði 3 Arbeiðsgongd Uppskot til innleiðslu Tað er gott at brúkamyndatilfar, tá ið arbeitt verður viðmeginlondum, heimspørtum, londum og økjum. Í bókini eru nógvar góðar myndir, sum tit kunnu práta um. Eisini ber til at finna myndir á internetinum, eitt nú á Google Earth. Ein góð heimasíða við myndum er: www. landolia.com Uppgávur Tvey lærugreinaøki verða viðgjørd í lærarabókini: Støðan hjá Evropa í heiminum og tey góðu lívskorini í hesum heimsparti (Eitt lítið meginland við nógvum tilfeingi) og týðandi framtíðarspurningar í heimspartinum ( Framtíðarspurningar sum krevja loysnir ). Eitt lítið meginland við nógvum tilfeingi Flestu næmingar vita óivað, at Evropa hevur havt og framvegis hevur sterka støðu í heiminum og hevur góð lívskor. Tann vesturlendski lívshátturin – sum hevur sín uppruna í Evropa – hevur ávirkað hinar heimspartarnar fíggjarliga, politiskt og mentanarliga. Hesir spurningar kunnu nýtast sum innleiðsla til hendan partin: -- Hví hevur Evropa so sterka støðu í heiminum? -- Hví hevur meginparturin av fólkinum í Evropa lutfalsliga góð lívskor? At byrja við kunnu næmingarnir arbeiða í smáum bólkum við sjálvir at finna orsakirnar. Úrslitið verður helst ymist, alt eftir hvønn forkunnleika tey hava. Um tey áður hava arbeitt við ídnaðarkollveltingini, hjálandatíðini og tilfeingisnýtslu, kunnu tey sjálv finna ein stóran part av svarinum. Hava næmingarnir ikki neyðugan forkunnleika, er tað helst betri at arbeiða við hesum spurningum í flokkinum í felag. Tit kunnu skriva á talvuna hvørjar orsakir, tit koma fram til: • Søguligar orsakir. • Átrúnaðarligar orsakir. • Náttúrulandafrøðiligar orsakir. • Orsakir, ið eru tongdar at samfelagsviðurskiftum. Landafrøði 3, bls. 8-31

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=