Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-3 Landafrøði 3 Næmingarnir kunnu svara spurningunum við einari skrivligari uppgávu. Sum keldu kunnu tey brúka aðrar lærubøkur. Í søgubókunum kunnu tey serliga hyggja at pørtunum um ídnaðarkollveltingina, hjálandastevnu og heimsveldisstevnu (kolonialismuna og imperialismuna). Viðvíkjandi átrúnaði er kanska okkurt at finna í kristnibókunum, og í Landafrøði 1 eru partar um veðurlag og náttúrutilfeingi. Í samfelagsfrøði eru tað serliga partarnir um politiskar skipanir og búskap, ið eru viðkomandi. Viðmerkingar Viðmerkingarnar niðanfyri eru eitt lítið ískoyti til tær, sum verða nevndar í bókini. Um tit velja at gjøgnumganga hetta, er best at hava ein heimskort at hyggja at ímeðan. Søguligar orsakir Ídnaðargerðin byrjaði í Evropa. Ídnaðarkollveltingin hevði við sær øktan eftirspurning eftir rávøru til heimamarknaðin. Í tí tíðarskeiðinum, sum verður nevnt imperialisman (serliga millum 1880 og 1918), fóru evropearar undir at býta heimin millum sín og áseta landamørk í hjálondunum fyri á tann hátt at hava eftirlit við rávørunum. Hetta var ein herðing av hjálandastevnuni og gav evropearum politiska og fíggjarliga ræðið í hesum londum. Samstundis elvdi ídnaðarkollveltingin til tøkniliga framgongd, sum stimbraði evropeiska heimsharradømið – ikki minst, tí at vápnaframleiðslan í Evropa tók dik á seg. Bretland er besta dømi um slíka menning. Landið hevði stórar nøgdir av koli og jarnmálmi. Harumframt lógu námini nær hvørjum øðrum, og tað lætti um flutningin. Nógv fólk høvdu hugskot um, hvussu framleiðslan tøkniliga kundi mennast og betrast. Hjálondini útvegaðu landinum hóp av rávørum og vóru eisini marknaður fyri lidnu vørunum. Handilin í heimsveldinum gav fíggjarorku, sum var sett í ídnaðarligt virksemi. Tøka arbeiðsmegin var stór, tí broytingar í landbúnaðinum høvdu við sær, at tørvur ikki longur var á so nógvari arbeiðsmegi í hesum framleiðslugeiranum. Skjótt ráddi Bretland yvir einum stórum parti av heiminum, eins og vit síggja á søguligum kortum frá 1914. Í longdini hevði ídnaðarkollveltingin betri lívskor við sær, tí at fleiri og fleiri vørur kundu verða framleiddar bíligari. Ídnaðarlig menning verður vanliga hildin vera neyðug at hækka vælferðina í landinum, men samstundis mugu vit ikki gloyma fólkaræði, lesiførleika og býtið av tilfeinginum. Átrúnaðarligar orsakir Kristindómurin gjørdist sambindingarliður millum tey evropeisku samfeløgini. Tær ymisku mentanirnar fingu á tann hátt eitt felags virðisgrundarlag. Hóast talan var um ymsar greinar av kristindómi, so varð átrúnaðurin eitt felags grundarlag, sum sást aftur í Heimssøga frá 1700 - 1900, bls. 48-71 og 78-85. Nám 2012 Heimssøga frá 1900 til í dag, bls. 112- 133. Nám 2012 Kristni 7, kap. 4, 6 og 13. Nám 2011 Samfelagsfrøði 1, bls. 91-136. Føroya Skúlabókagrunnur 1996 Samfelagsfrøði 2, bls. 9-21 og 105-117. Føroya Skúlabókagrunnur 1998
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=