Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-4 Landafrøði 3 samfelagsbygnaði, rættarskipan og mentan. Í Asia og Afrika hevur talan ikki verið um slíkar sameinandi hugmyndaheildir. Náttúrulandafrøðiligar orsakir Evropa er næstminsti heimspartur, men samstundis er hann ógvuliga fjølbroyttur, bæði viðvíkjandi náttúru, jørðildi, veðurlagi og vakstrarøkjum. Hvussu Golfstreymurin/Norðuratlantsstreymurin ávirkar veðurlagið, eigur ikki at verða undirmett. Harumframt hevur heimsparturin stórar nøgdir av náttúrutilfeingi so sum koli, skógi, jarnmálmi og øðrum virðismiklum mineralum. Tað er stutt ímillum ymsu økini í Evropa, og tað lættir um handil og annað samskifti millum fólkið í ymsu økjunum. Fjølbroytni í mentanarlandafrøði hevur saman við stuttu fjarstøðuni lagt lunnar undir, at hugsanir, hugskot, vørur og tilfeingi hava havt lætt við at verða skift um millum teir ymsu evropeisku fólkabólkarnar. Hetta hevur aftur elvt til stóran fíggjarligan og tøkniligan framburð. Í Evropa hevur verið lætt at ferðast sjóvegis og eftir teimum stóru áunum. Víkir, flógvar, sund, vøtn, áir og siglingarveitir lætta um flutningin. Fyrr var nógv lættari at ferðast og flyta góðs sjóvegis enn yvir land. Samfelagsligar orsakir Fólkaræðisligar skipanir hava latið upp fyri nýskapandi hugsanum, útbúgving og áliti á framtíðina – viðurskifti, sum eru týdningarmikil fyri menningina í samfelagnum. Eftir mong ár við kríggi og ófriði varð ES sett á stovn, partvís sum átak at verja friðin og partvís sum altjóða fíggjarligt samstarv. Hetta hevur gjørt tað lættari hjá Evropa at varðveita sína støðu í heiminum - við fyrimunum og vansum. Framtíðarspurningar, sum krevja svar Tá ið arbeiðið við økislandafrøðiligu greiningini (sí 13. part: Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3 ) er liðugt, er ætlanin, at næmingarnir skulu hugsa um nakrar av týdningarmestu framtíðarspurningunum í Evropa. Niðanfyri er ein stutt kanning og lýsing av nøkrum spurningum, sum hava verið nógv frammi seinastu árini.Tekstirnir kunnu verða brúktir sum grundarlag undir framløgu ella umrøðu í flokkinum. Spurningarnir kunnu eisini verða brúktir sum evni til bólkaarbeiði. Tað ber til at arbeiða við hesum spurningum, uttan mun til, um flokkurin hevur arbeitt við økislandafrøðiligari greining ella ikki. Næmingarnir kunnu arbeiða við avritssíðuni Greiningarfrymil (avritssíða 13.20) og leggja munnliga fram fyri flokkinum.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=