Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-5 Landafrøði 3 Umframt Landafrøði 1, 2 og 3 er nógv tilfar at finna á internetinum. Nakrar heimasíður eru: (sí høgra bredda) 1. Fleiri gomul og lágt burðatal Fólkið í Evropa gerst eldri. Stóru árgangirnir frá 1930-árunum og 1940-árunum eru nú pensjonistar. Samstundis hevur Evropa lægsta burðatal í heiminum. Um stutta tíð verður fólkið í Evropa einamest tilkomin og gomul. Orsakirnar til hesa gongd eru fleiri. Góðu lívskorini, sum flestu evropearar hava, ger, at livialdurin er hægri enn nakrantíð. Hetta hendir samstundis, sum yngra ættarliðið fær børn seinni, sum aftur ber í sær, at færri børn verða fyri hvørja familju. Ung í Evropa fara ofta undir drúgva útbúgving, og ikki er longur neyðugt at fáa nógv børn at tryggja sær ellisárini. Í flestu evropeisku samfeløgunum er ikki neyðugt at stovna sær familju fyri at hava tað gott, eisini á ellisárum. Samansetingin av aldursbólkum í Evropa hevur eisini vandamál við sær. Tá stórur partur av íbúgvunum verða pensjonistar, verður trot á arbeiðsmegi, serliga vælútbúnaðari arbeiðsmegi. Harumframt skal minkandi partur av arbeiðsførum “breyðføða” skjótt vaksandi skaran av gomlum, sum tørvar røkt og umsorgan. Nógv eru tey, sum halda loysnina vera at flyta inn arbeiðsmegi úr londum uttan fyri Evropa. Onnur vilja við ymiskum átøkum royna at fáa burðartalið upp, so at tað gerast fleiri arbeiðsfør fólk í Evropa, sum frá líður. Í t.d. Føroyum eru ætlanir frammi um at hækka pensjónsaldurin og harvið økja um liðið av fólki í arbeiði. 2 . Tilfeingisnýtslan í Evropa úr einum umhvørvissjónarmiði Evropa er tann heimsparturin, har ídnaðargerðin hevði sín uppruna. Flestu evropeisku londini kunnu í dag heldur verða lýst sum tænastu- og kunningarsamfeløg. Stóra ídnaðarliga menningin hevur sjálvandi verið orsøk til vælferðina hjá flestu evropearum, men samstundis hevur hetta eisini álvarsamar avleiðingar. Í Evropa og ídnaðarlondum sum heild er tað mangan umhvørvið, sum má svíða. Her eru nøkur evni at viðgera: Økt vakstrarhúsárin og súrgan Nógva orkan í Evropa, sum verður brúkt í ídnaði, til flutning og at hita bústaðir, stavar frá at brenna kol, olju og jarðgass. Tað elvir til økt útlát av carbondioxidi, sum ber í sær økt vakstrarhúsárin. Hetta kann elva til veðurlagsbroytingar, sum í ringasta føri kunnu hava álvarsamar trupulleikar við sær. Eitt annað evni, sum verður latið út í lofthavið við at brenna steinrunnin brennievni, er svávul. Tað bindur seg fyrr ella seinni við vatn í lofthavinum. Tá verður til ein veik svávulsýra, ið kemur niður við regninum yvir øki, ið ofta eru fjart frá staðnum, har svávulið varð latið út. www.globalis.dk www.mst.dk www.dn.dk www.videnskab/emne/klima www.jp.dk/klima

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=