Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-4 Landafrøði 1 Tíðir og árstíðir Uppskot til innleiðslu: Hendan royndin er lutfalsliga løtt at gera og vísir ítøkiliga , hvussu árstíðirnar broytast á norðaru hálvu og sunnaru hálvu: Set eina ljóskeldu (lykt ella tílíkt), sum skal ímynda sólina, miðskeiðis í skúlastovuni. Sløkk ljósið í stovuni. Halt globusin í eini fastari støðu og gang rundan um “sólina”. Bið ein næming stýra ljóskelduni, so ljósið alla tíðina rakar globusin. Greið frá, at jørðin melur um sólina, og at hvørt umfar um sólina tekur 365 dagar – eitt ár. Greið frá, at jarðarásurin hellir (um leið 23,5 stig). Hetta er eitt fyribrigdi, sum allir næmingarnir mugu vita, skulu teir skilja, hví ymsar árstíðir eru. Vís týðiliga, at norðara hálva hellir móti sólini um summarið og burtur frá sólini um veturin – og at ásurin ikki hellir móti sólini um heystið og várið. Legg áherðslu á, at árstíðirnar ikki høvdu verið, um jarðarásurin var heilt reystur. Set eitt lítið merkið á Føroyar. Vís, hvussu jørðin snarar um ásin (dag og nátt). Á henda hátt kunnu næmingarnir síggja, at dagurin er longri um summarið og styttri um veturin (merkið skal vera í skugganum um náttina). Ger alt einaferð afturat, samstundis sum næmingarnir viðmerkja tað, ið hendir, á avritssíðuni Hví eru árstíðir, nátt og dagur? Legg til merkis, at myndin á s. 12-13 í bókini eisini vísir nátt og dag á jørðini. Síðan kunnu næmingarnir lesa s. 12-14 í bókini. Leyp brotið ”Ymiskir hættir at rokna tíð” í litta kassanum um*. Spyr næmingarnar, hvat annað teksturin lærdi tey. Hvussu svara teir spurninginum á s. 13? Vís sólkringarnar á globussinum. Á internetinum eru nógvar heimasíður, ið vísa longdina á degi og nátt gjøgnum árstíðirnar. Ein tann týðiligasta er hendan, sum eisini er løtt at brúka: http://science.sbcc.edu/physics/flash/LengthofDay.swf * Brotið ”Ymiskir hættir at rokna tíð” á s. 12 krevur ein ávísan kunnleika um muslimar og jødar, hvussu teir fata álmanakkan og tendring . Tað kann verða áhugavert hjá næmingunum at fáa innlit í, at ymisk fólkasløg halda nýggjár ymiskar tíðir á árinum. Viðmerkingar til avritssíðurnar Støða 1 : Norðara hálva hellir móti sólini. Tá ið jørðin er í hesi støðu, er summar á norðaru hálvu. Dagarnir eru langir, og náttin er stutt . Í økinum norðan fyri pólkringin er midnáttarsól. Á sunnaru hálvu er Landafrøði 1, bls. 12–14 Avritssíða 3.2
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=