Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-6 Landafrøði 3 Útlátið frá bilferðsluni hevur í sær bindingar við nitrogeni, sum saman við vatni gevur salpetursýru. Avleiðingarnar verða, at skógir og vøtn verða súrgað, og vanliga dýralívið broytist ella hvørvur. Ovtaðing So at siga allur landbúnaður í Evropa byggir á einsháttaða framleiðslu í stórum eindum; annaðhvørt djórahald, korn ella grønmeti. Seinastu áratíggjuni eru í ávísum økjum bygdar stórar “djórafabrikkir”. Hetta intensiva húsdjórahaldið hevur við sær stóra nøgd av tøðum, sum í stóranmun rennur út í áir og vøtn og á sjógvin.Tá ið føðsluevnini nitrogen og fosfor renna út á sjógvin, økist alguvøksturin ógvuliga nógv. So við og við doyggja algurnar og søkka á botn, har tær verða niðurbrotnar av lívverum, sum brúka oxygen. Økti alguvøksturin elvir til økta nøgd av niðurbrótarum. Harav stendst oxygentrot í sjónum, ið ger, at fiskurin doyr og botnurin við. Nógvastaðni í Evropa er havbotnurin fram við landi deyður, serliga í Eystrasalti, sum er mett at vera eitt tað mest dálkaða havið í heiminum. Ovurveiða Fiskiveiðan í Evropa er í svárari kreppu. Sambært fiskifrøðingum eru flestu fiskastovnarnir ov nógv troyttir. Nógvastaðni í Evropa hava fiskastovnarnir ikki havt høvi at koma fyri seg og eru heilt einfalt týndir ella væl á veg at verða týndir. Eisini útlát av eiturevnum frá ídnaði hevur skaðilig árin á fiskivinnuna. ES er farið undir at herða reglurnar fyri, hvussu stórt innihaldið av ávísum eiturevnum kann vera í fiski, sum skal seljast. Hetta er gott, sæð við eygum keyparans, men fær álvarsamar avleiðingar fyri fiskaídnaðin. Neytaøði og munn- og kleyvasótt Mestsum alt Evropa hevur fleiri ferðir verið skakað av fylgjunum av hesum sjúkum. Í nógvum londum hava tey verið noydd at gera stór átøk at forða fyri spjaðing. Serliga í Bretlandi vórðu nógv dýr dripin og brend. Allur flutningur av dýrum landa millum helt uppat. Sølan av neytakjøti og svínakjøti minkaði í stórum, eftirsum nógv ikki longur tordu at eta kjøt. Bæði bøndur og sláturvirki vórðu illa fyri av hesum. Í sambandi viðhesar sjúkurbyrjaði umfatandi orðaskifti umlandbúnað í Evropa. Nógv vilja halda, at tað er landbúnaðarpolitikkurin hjá ES við sínum stórgørðum, sum er atvoldin til trupulleikan. Endamálið við honum er at reka landbúnað so bíliga sum til ber, og á tann hátt, sum gevur størsta vinning. Hartil krevst statstuðul, sum í sínum lagi elvir til effektiva og skjóta framleiðslu. Lívfrøði 3, bls. 79-81
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=