Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-7 Landafrøði 3 Tey, sum finnast at hesum landbúnaðarpolitikki, vísa á vansar sum langan flutning av dýrum, fóðurframleiðslu úr deyðum dýrum og nýtslu av vakstrarhormonum. Tey, sum tala fyri smærri eindum í landbúnaðinum og vistfrøðiligum gørðum við blandaðari framleiðslu, sleppa alsamt betur framat í orðaskiftinum. Flestøll, sum hava kunnleika til landbúnaðarspurningar í Evropa, skilja, at stórar broytingar mugu gerast. Spurningurin er, hvørjar tær skulu vera. Grundleggjandi orsakir til umhvørvisvandamál. Umhvørvisar- beiðið hjá ES So at siga øll umhvørvisvandamál í Evropa hava uppruna í, at menniskju við ídnaðargerðini og við mátanum, sum tilfeingið verður nýtt, órógva ringrásirnar í náttúruni og elva til ójavnað í vistskipanum. At brenna steinrunnin brennievni broytir ringrásina hjá carbon í náttúruni. Djórafabrikkirnar broyta ringrásina hjá føðsluevnum. Ovfisking elvir til órógv í vistskipanum í sjónum. Tíverri hava vit bara sæð byrjanina til mong av framtíðar umhvørvisvandamálum í Evropa og í heiminum. Tó eru glottar at hóma í ES-samstarvinum. Nógv lond í Evropa eru farin at tosa saman, samstarva og smíða felags lógir í sambandi við umhvørvismál. Í framtíðini fær slíkt samstarv alsamt størri týdning, tí vandamál í umhvørvinum steðga ikki á við landamørk. Tað hevði tí verið gott, um næmingarnir fingu høvi at kunna seg eitt sindur um umhvørvispolitikkin í ES. www.europa.eu/pol / pdf/flipbook/da/ environment_da.pdf
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=