Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 14-9 Landafrøði 3 Avritssíða 14.2 Evropa - Hugdýping 1. Vel trý lond í Evropa. Ber saman londini: Veðurlag, landbúnað, ídnað og fólk. Hvørjar líkleikar og hvørjar munir sært tú? 2. Hvussu hevur heimsveldisstevnan ávirkað Evropa og restina av heiminum? 3. Hvørja ávirkan hava kolanám havt á, hvar býir eru grundaðir í Evropa, og hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum? 4. Miðalaldurin í Evropa hækkar, samstundis sum burðatalið er lágt. Hví er tað soleiðis? Hvørjar kunnu avleiðingarnar verða av hesum? 5. Hví hava flestu fólk í Evropa góð lívskor? 6. Finn, hvussu nógv prosent av allari arbeiðsmegini arbeiðir í hvørjum vinnugeira* í hesum londum: Grikkaland, Niður- lond, Italia, Danmark, Pólland, Spania og Bretland. Legg úrslitið fram við sirkulmyndum. Samanber londini. Hvørja niðurstøðu kanst tú gera við støði í kanningini? 7. Í bókini skrivar rithøvundurin: “Vælferðin hjá okkum gongur út yvir umhvørvið í øllum heiminum.” Greið frá grundgevingunum fyri hesum uppáhaldi. * Vinnugeirarnir eru: 1. Landbúnaður og fiskivinna 2. Ídnaður og handverk 3. Tænastuvinna og kunning (Við hvørt verða kunning og serfrøði innan kunning roknað sum 4. vinnugeiri, men í flestu yvirlitum eru tey tald við í 3. vinnugeira.) http://www.statista.com Skriva í leitirútin: distribution of the workforce across economic sectors www.udviklingstal.um.dk Skriva í leitirútin: arbejdsstyrke fordelt på hovederhverv
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=