Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 15-1 Landafrøði 3 Asia Í hesum partinum verður dentur lagdur á at arbeiða við evniskortum. Eisini eru dømi um nøkur stríðsmál, sum næmingarnir kunnu arbeiða við. Við uppgávunum í lærarabókini verður millum annað arbeitt við hesum: Førleikin at síggja orsakir og avleiðingar, at brúka evniskort, at bera saman og at gera egnar niðurstøður. Endamál At læra ummargfeldið í Asia Asia er ógvuliga stórur heimspartur við ómetaliga stórum fjølbroytni í náttúru, veðurlagi, vøkstri og íbúgvum. Eitt aðalmál við hesum partinum er við ymsum samanberingum at vísa á margfeldið í Asia. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at lesa evniskort og at gera nakrar samanberingar út frá upplýsingum úr teimum • dugir at gera síni egnu evniskort, samanberingar og niðurstøður úr hagtølum, sum næmingurin sjálvur hevur funnið fram og sett saman. Arbeiðsgongd Arbeiðsgongdin byrjar við evniskortum. Fyrst fáa næmingarnir eina uppgávu, sum krevur, at teir tulka kortini, síðan fáa teir eina uppgávu, sum krevur, at teir gera kort. Seinast í lærarabókini eru nakrar uppgávur til hugdýping, sum geva næmingunum møguleika at venja evnini at greina. BÓKMENTIR Carolin Philipps: Made in Vietnam. BFL 2011 S. F. Staples: Shabanu. BFL 1993 Bodil Hagbrink: Børnini úr Tibet. Føroya Lærarafelag 1990 Siggert Patursson: Á ferð í Sibiriu. Ungu Føroyar 1994 15
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=