Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 15-3 Landafrøði 3 Eisini við hesum arbeiðsháttinum eigur veggjakort at verða brúkt. Peika á kortið, har myndirnar eru tiknar. Hví er so stórt fjølbroytni í Asia Høvuðsorsøkin til stóra landafrøðiliga fjølbroytnið í Asia er, at Asia er so stórt. Heimsparturin røkkur frá tropiskum øki har suðuri til póløkið har norðuri. Tí eru ómetaliga stórir munir á veðurlagnum. Hetta ávirkar vøkstur og dýralív og eisini møguleikarnar at reka landbúnað, húsdýr íroknað, og at gagnnýta náttúrutilfeingið sum heild. Eisini teir jarðfrøðiligu mótsetningarnir eru týðiligir. Har er heimsins størsta og oydnasta fjallaøki. Har eru eisini stórar áir og slættar, sum eru millum teir fruktabestu í heiminum. Øll hesi viðurskifti eru avgerandi fyri, hvar í heimspartinum fólk búgva, og hvussu lívskor teirra eru. Fólkið í Asia – hagtøl og kort Ger evniskort Parturin leggur upp til, at næmingarnir skulu finna fram hagtøl um fólkið í ymsum asiatiskum londum. Tey skulu síðan leggja úrslitini fram og brúka evniskort, sum tey sjálv hava gjørt. Uppgávan kann verða býtt í fimm partar: 1. Být flokkin í fimm bólkar. Laga talið av luttakarum í hvør- jum bólki til talið á londum í hvørjum parti av Asia. Hvør bólkur hevur ábyrgdina av sínum parti av Asia og londunum, sum eru í partinum. Niðanfyri er yvirlit yvir londini í hvørjum parti. Vesturasia : Barain, Kypros, Sameindu Emirríkini, Irak, Ísrael, Jordan, Kuvait, Libanon, Oman, Katar, Saudiarabia, Sýria, Turkaland og Jemen. Miðasia : Russland, Iran, Afganistan, Kasakstan, Kirgisia, Tadsjikistan, Turkmenistan og Usbekistan. Suðurasia : India, Bangladesj, Butan, Nepal, Sri Lanka og Maldivoyggjar. Landsynningsasia : Brunai, Myanmar (Burma), Filipsoyggjar, Indonesia, Kambodja, Laos, Malaisia, Singapor, Tailand, Vjetnam og Eysturtimor . Eysturasia: Japan, Kina, Mongolia, Norðurkorea, Suður- korea og Taivan.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=