Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 15-4 Landafrøði 3 2. Gev næmingunum avritssíðuna Partur av Asia og greið frá, hvussu teir skulu brúka avritssíðuna. Í høvuðsheitum eru tað bara tøl, tey skulu finna. Taltilfarið til uppgávuna kunnu næmingarnir finna á internetinum. 3. Tá ið næmingarnir hava sett hagtølini í sínum parti av Asia saman, kunnu teir við evniskorti leggja uppgávuna fram. Hvør bólkur kann tekna kort av sínum parti av Asia. Lan- damørkini skulu eisini vera teknað á kortið. Næmingarnir kunnu brúka politiska kortið í avritssíðuni í partinum Heimu- rin – felagsuppgávur til Landafrøði 3 . Um kortið er ov lítið, ber til at gera tað størri. Bólkurin ger síðan eitt evniskort fyri hagtølini, t.d. BTÚ/ íbúgva, lesiførleiki, fólkavøkstur o.s.fr. Tað hevur stóran týdning, at flokkurin verður samdur um sama uppbýti av hagtølum fyri hvørt evni, so tað ber til at samanbera tey. Her eru nøkur dømi: Lesiførleiki í prosentum BTÚ/íbúgva, mátað í dollarum 4. Síðan skulu næmingarnir greiða frá úrslitunum. Hvørjum eru tølini treytað av? Lat næmingarnar gera egnar niður- støður. 5. At enda kunnu bólkarnir heingja tey lidnu evniskortini á veggin ella uppslagstalvur, og hvør bólkur kann so greiða hinum næmingunum frá tí, hann hevur arbeitt við. www.udviklingstal.um.dk www.globalis.dk Avritssíða 15.1 Avritssíða 13.4 Lond við: Teknlýsing 20-39% lesiførleika 40-59% “ 60-79% “ 80-100% “ Lond við: Teknlýsing 100-889 $ 900-10.999 $ 11.000- $

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=