Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 15-5 Landafrøði 3 Framtíðarspurningar, sum krevja svar Tá ið arbeiðið at greina økislandafrøðina er liðugt (sí Heimurin – felagsuppgávur til Landafrøði 3 ), er ætlanin, at næmingarnir skulu grunda yvir nakrar týðandi framtíðarspurningar viðvíkjandi Asia. Niðanfyri er ein listi við nøkrum evnum. Tey bæði fyrstu evnini hava við veðurlagsbroytingar at gera, og hini snúgva seg um poli- tiskar ósemjur. Til tað fyrsta evnið er avritssíða við ískoytistilfari um monsunvindar. 1. Monsunvindar 2. Jøklar í Himmalaia 3. Stríðið millum Ísrael og Palestina 4. Talibanar í Afganistan og Pakistan 5. Kríggj í Irak og Sýria 6. Tibet 7. Kashmir Uppgávurnar kunnu verða býttar út í flokkinum sum ymisk bólkaarbeiði ella sum eykauppgávur til næmingar, sum hava tørv á eyka avbjóðingum. Næmingarnir kunnu leggja úrslitið fram munnliga. Tað ber til at arbeiða við hesum evnum, uttan mun til, um flokkurin hevur arbeitt við økislandafrøðiligari greining ella ikki. Næmingarnir kunnu nýta avritssíða Greiningarfrymil (avritssíða 13.20). Har snýr tað seg um at seta orð á ein trupulleika, men í uppgávuni um monsunvindar er tað betri at viðgera eitt ‘fyribrigdi’ heldur enn ein ‘trupulleika’. Tað ber eisini til at skriva ‘hending’ í teigin í staðin. Avritssíða 15.2 www.globalis.dk > Konflikter Avritssíða 13.20
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=