Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-5 Landafrøði 1 vetur, og har eru viðurskiftini beint øvut. Sunnan fyri pólkringin er myrkt alt samdøgrið. Støða 2 : Hvørgin hálva hellir móti sólini. Nú er heyst á norðaru hálvu og vár á sunnaru hálvu. Dagur og nátt eru líka long allastaðni á jørðini. Støða 3 : Sunnara hálva hellir móti sólini. Nú er vetur á norðaru hálvu, tí jarðarásurin hellir burtur frá sólini, og tað ger, at sólargeislingin minkar. Dagarnir eru stuttir og næturnar langar. Hetta gevur myrkur alt samdøgrið á teimum norðastu leiðunum. Sunnara hálva hevur summar. Dagarnir eru langir og næturnar stuttar. Midnáttarsól er tá á leiðunum sunnan fyri pólkringin. Støða 4 : Hvørgin hálvan hellir móti sólini. Tað ger, at várið kemur á norðaru hálvu og heystið á sunnaru hálvu. Nátt og dagur eru líka long allastaðni á jørðini. Knattnetið staðsetur Knattnetið er ein hugmynd og er tí eitt sindur torskilt. Arbeiðið við knattnetinum kann gerast ítøkiligari, um tú tekur støði í, at næmingarnir ímynda sær eina ferð um alla jørðina til eitt ávíst mál . Til ber at taka støði í spurningum sum: -- Hví hava vit knattnetið? -- Nær hevur tað týdning at vita knattstøðuna? Tá ið hetta er gjøgnumgingið, kann tað verkliga arbeiðið byrja. Lat næmingarnar við støði í tekstinum og myndunum í bókini greiða frá hugtøkum sum: miðkringur, breiddarkringur, breiddarstig, longdarlinjur, longdarstig og nulllongdin . Síðan kunnu tey arbeiða við avritssíðunum Hvørji hugtøk verða brúkt um knattnetið? Tú kanst taka samanum við at tekna myndina niðanfyri á talvuna og gjøgnumganga hana saman við flokkinum: Landafrøði 1, bls. 1–18 Avritssíða 3.3 N V E S Miðkringur Nulllongdarlinjan

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=