Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 15-8 Landafrøði 3 Avritssíða 15.2 Tí verður hátrýst úti á havinum. Eftirsum vindurin altíð fer frá hátrýsti til lágtrýst, verður luftin sogin frá sjónum inn móti landi. Summarmonsunurin er komin. Luftin í summarmonsuninum er slavin. Hon hevur tikið vætuna í seg, sum guvar burtur úr sjónum. Tá ið tann slavna luftin kemur inn yvir land, fer hon upp í loft og gerst kaldari. Tá fer at regna ella kava. Mesta regnið verður, har vindarnir koma at fjøllum. Eyðkent dømi er í Norðureysturindia, har Himmalaiafjøllini reisa seg móti himli. Í vetrarhálvuni kólnar jarðarýtan, og stórt hátrýst verður yvir Asia. Yvir Indiahavi, sum nú er heitari enn jarðarýtan, verður lágtrýst. Vindurin inni við land verður drigin út móti sjónum, og vetrarmonsunurin fer at blása. Hendan luftin hevur ikki so nógva vætu í sær, tí hon kemur innan úr landi. Tí verður nú turrari í veðrinum . Lívið í t.d. India og Bangladesj er í stóran mun lagað eftir monsunvindunum. Í juni, tá ið tað fer at regna, verða allar rísveltur, byrgingar og áir fyltar við vatni. Byrgingarnar verða brúktar at goyma vatn til komandi turra vetrarmonsunin. Kemur einki regn við summarmonsuninum, verður tað ein vanlukka fyri tey, sum liva av landbúnaði. Hinvegin kann eisini henda, at avfallið er so nógv, at tað verður vatnflóð. Summarmonsunurin kann so statt bera bæði lív og deyða til fólkið í hesum partinum av Asia. L L H H Miðkringur ASIA Kina India V e t r a r m o n s u n u r N o r ð u r s ó l k r i n g u r

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=