Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 15-9 Landafrøði 3 Avritssíða 15.3 Asia – endurtøka 1. Vís á nøkur dømi um stórar mótsetningar í Asia. 2. Skriva í stuttum søguna hjá Asia. Royn síðan at siga einum floksfelaga hana. Brúka skrivligu frágreiðingina at styðja teg til. 3. Nevn nøkur dømi um ógvuliga fólkarík lond í Asia. Hvar eru hesi lond? 4. Hví búgva fleiri fólk á Java enn á Borneo? 5. Tekna kort av Asia. Merk tey øki, har hesir átrúnaðir eru vanligir: islam, kristindómur, hinduisma og buddisma. Brúka bókina og atlas, tá ið tú loysir uppgávuna. 6. Hvar í Asia eru gosfjøll? Nevn nøkur dømi um avleiðingar av eldgosum. 7. Hví hava stóru áirnar í Asia stóran týdning fyri fólkið? 8. Greið í stuttum frá veðurlagnum í Sibiria, Suðurasia, Land- synningsasia og Vesturasia. 9. Hvar í Asia er regnskógur, hvar er oyðimørk, og hvar eru frostmýrur? 10. Hví minkar regnskógarøkið í Asia? 11. Greið frá landbúnaði í Asia. 12. Hvussu hevur tann stóra tilgongdin av olju ávirkað viðko- mandi lond í Asia? 13. Hví eru Singapor og Taivan og lond sum Malaisia og Suður- korea vorðin nógv ríkari tey seinastu 35 árini? 14. Nevn trý lond í Asia við lítlum ídnaði, har stórur partur av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=