Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 15-10 Landafrøði 3 Avritssíða 15.4 Asia - Hugdýping 1. Kina og India eru fólkaríkastu lond í heiminum. Finn fram til, hvussu nógv fólk búgva í londunum báðum. Hvussu stórur er árligi fólkavøksturin í hvørjum landi? Finn eisini fram til, hví fólkatalið veksur so skjótt, og hvat londini hava gjørt at minka um fólkavøksturin. 2. Japan er eitt av heimsins fremstu ídnaðarlondum og er millum ríku londini í heiminum. Nevn dømi um ídnaðir, har japanarar hava framgongd. Japan hevur lutfalsliga lítið náttúrutilfeingi, men landið er kortini millum sterkastu og ríkastu ídnaðarlond í heiminum. Greið frá, hvussu hetta ber til. 3. Skipa tíggju tey fólkaríkastu londini í Asia eftir fólkatali og vita, hvar tey eru. Hví veksur fólkatalið skjótt í nógvum londum í Asia? Nýt hugtakið býargerð í svarinum. 4. Greið frá kastuskipanini í India. Hvørjar fyrimunir og van- sar hevur skipanin? 5. Hvussu stórur partur av arbeiðsmegini er í hvørjum vinnugeira* í hesum londunum: Bangladesj, India, Ísrael, Japan,Vjetnam, Sýria, Nepal og Saudiarabia. Brúka sirkulmynd til at leggja fram úrslitið av kanningini fyri hvørt landið. Ber saman vinnuliga virksemið í ymsu londunum við teirra BTÚ/íbúgva. Hvørja niðurstøðu kanst tú gera við at bera saman? 6. Hví er so fjølbroytt veðurlag í Asia? Hvussu ávirkar veður- lagið møguleikarnar at reka landbúnað í ymsu pørtunum í Asia? * Vinnugeirarnir eru: 1. Landbúnaður og fiskivinna 2. Ídnaður og handverk 3. Tænastuvinna og kunning (Við hvørt verða kunning og serfrøði innan kunning roknað sum 4. vinnugeiri, men í flestu yvirlitum eru tey tald við í 3. vinnugeira.) http://www.statista.com Skriva í leitirútin: distribution of the workforce across economic sectors www.udviklingstal.um.dk Skriva í leitirútin: arbejdsstyrke fordelt på hovederhverv
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=