Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-1 Landafrøði 3 Afrika Í Lærarabókini eru hugskot um, hvussu arbeitt kann verða við at gera sær eina mynd av Afrika og viðurskiftunum hjá fólkinum í heimspartinum. Viðvíkjandi uppgávum um navnalandafrøði og økislandafrøði verður víst til partin Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3 . Í hesum partinum er tó eisini ein uppgáva, sum snýr seg um at bera saman tey ymsu økini í Afrika, og hon kann verða nýtt í staðin fyri hinar økislandafrøðiligu uppgávurnar. Førleikin at skoða veruleikan úr ymsum sjónarhornum eigur at verða vandur og eigur at vera reyður tráður gjøgnum arbeiðið í hesum parti. Næmingarnir fáa eisini venjing í at nýta frymlar at skipa ta vitan, sum teir ogna sær. Eisini verður arbeitt við at síggja orsakir og avleiðingar, at bera saman og at gera niðurstøður, at orða egnar spurningar, at grundgeva og at taka støðu. Endamál At gera sær fjølbroytta mynd av Afrika Týdningarmikið mál við hesum parti er at geva næmingunum møguleika at ogna sær eina fjølbroytta fatan av Afrika. Tey eiga í fleiri førum at síggja við øðrvísi eygum og skilja, at alt er ikki bara vesaldómur í Afrika. Har er eisini friður og vælferð og fólk, sum hava álit á framtíðini. At enda arbeiða næmingarnir við orsøkum til tilfeingistrot, sum er veruleiki í nógvum afrikonskum londum. Arbeiðið verður grundað á tankakort, sum hjálpir næmingunum at skipa innihaldið. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at gera eitt einfalt heildaryvirlit at lýsa og bera saman tey ymisku økini í Afrika, har kort og sjálvskrivaðir tekstir verða nýttir • dugir at nevna dømi um, hvussu fólkið í teimum ymsu økjunum hevur lagað lívsháttin og nýtsluna av tilfeinginum eftir náttúruviðurskiftunum • dugir at nevna dømi um, hvussu vælferð og fíggjarligur framburður kunnu verða máld á ymsan hátt BÓKMENTIR Heimssøga frá 1700-1900, bls. 83-85. Nám 2012 Lucie Engombe: Barn nr. 95. BFL 2009 Mecka Lind: Anselmo - barnahermaðurin. BFL 2007 Simon Stranger: Barsakh. BFL 2014 Henning Mankell: Eldsins loyndarmál. Eldsins gáta. Eldsins øði. BFL 2008/2009 Arne Svingen: Svart fílabein. BFL 2008 16

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=