Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-2 Landafrøði 3 • veit um leiklutin hjá Afrika í alheims fíggjarskipanini, og hvussu hjálandastevnan ávirkaði hetta meginlandið • dugir at greiða frá nøkrum orsøkum til tilfeingistrot og fátækadømi, sum er í nógvum afrikonskum londum. Arbeiðsgongd Mælt verður til at brúka hesa arbeiðsgongd: Uppgáva 1: Fatanin av Afrika. Uppgáva 2: Ber saman økini í Afrika. Uppgáva 3: Hví hava nógv fólk í Afrika ikki nóg mikið at liva av? Næmingarnir eiga at fáa høvi at hugsa um, hvørja fatan teir hava av Afrika, áðrenn teir fara undir at arbeiða við uppgávuni. Onnur uppgáva, sum er ítøkiligari, gevur næmingunum grundleggjandi vitan um veðurlag, vøkstur, vinnuvegir og fólkið í Afrika. Henda arbeiðsgongd stuðlar undir arbeiðið við høvuðsspurninginum Hví hava nógv fólk í Afrika ikki nóg mikið at liva av? Uppgáva 1: Fatanir av Afrika Tað er torført at undirvísa um Afrika, sum samstundis er ein námsfrøðilig avbjóðing. Nógvir næmingar hava fordómar og lidnar meiningar um heimspartin. Tað krevur eina væl umhugsaða undirvísingargongd, so næmingarnir sleppa av við fordómar og fáa eina fjølbroyttari fatan av Afrika. Tað snýr seg ikki um at lata eyguni aftur fyri trupulleikunum í nógvum afrikonskum londum, men heldur at lýsa teir úr ymsum sjónarhornum. Arbeiðið við hesum partinum eigur tí at byrja við einum veruligum orðaskifti. Inngangurin í bókini (bls. 56) er væl egnaður sum byrjan á orðaskiftinum. Hví eru tað nógv, sum seta Afrika í samband við hungur, skerping, kríggj, sjúkur, lítið á leið komin lond og fátækadømi? Ein annar máti at byrja, sum ikki gongur út frá givnum fortreytum, er at lata næmingarnar skriva nakrar av sínum egnu hugsanum um Afrika. Best, um tey samstundis grundgeva fyri sínum uppáhaldum. Skriva tað, sum næmingarnir koma fram til, á talvuna og lat teir greiða frá sínum sjónarmiðum. Tosið eisini um, hvaðan næmingarnir hava sína fatan av Afrika. Kanska hevur onkur næmingur búð í Afrika ella verið og ferðast har. Triði møguleikin er at lata næmingarnar grunda um t.d. hesar spurningar: -- Hvat veitst tú um Afrika? -- Hvat hugsar tú um, tá ið tú hoyrir orðið Afrika? -- Hvør er tín áskoðan á Afrika? Landafrøði 3, bls. 56-79

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=