Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-3 Landafrøði 3 Grundarlag undir kjaki Í Vesturheimurin eru sera ymiskar fatanir av Afrika. Nógvar teirra koma til sjóndar gjøgnum orðaskifti sum tað, ið nevnt er omanfyri. Her er ein stutt kanning av hesum fatanum. Tær kunnu vera grundarlag undir orðaskifti, samstundis sum tær virka við til at fáa næmingarnir at síggja Afrika úr ymsum sjónarhornum. Afrika – heimsparturin hjá dýrum og frumskógi Tað er ógvuliga vanligt, at fjølmiðlar, serliga sjónvarpið, mynda Afrika úr sjónarhornum hjá dýrum og náttúruni. Nógv fólk vita meira um leyvur, fílar og gorillur enn um fólkið í Afrika. Eru menniskju við í hesum upptøkum, er tað ofta sum veiðitjóvar ella fólk, ið órógva náttúruna. Sjáldan verður havt í huga, hví fólkið livir á slíkan hátt. Í seinastuni hevur vaksandi vistfrøðilig ferðavinna tó havt við sær, at fólkið verður umrøtt jaligari. Áður hildu fólk, at Afrika var eitt meginland avtikið við frumskógi. Ikki minst søgan um Tarzan hevur givið okkum hesa ímyndina. Bæði grasfløtur og oyðimerkur eru tó líka vanligar í afrikanska landslagnum. Afrika – vesalaheimsparturin Hjá nógvum næmingum er hendan fatan vanlig. Sjálvandi eru sjúkur, svongd, kríggj og vanlukkur í ávísum pørtum av Afrika. Men at meta allan heimspartin út frá tí gevur skeiva mynd. 54 lond eru í Afrika (umframt Vestursahara), og tað, at summi lond hava stórar trupulleikar, merkir ikki, at heimsparturin er eitt vanlukkuøki, allur sum hann er. Alt Evropa varð ikki rakt av kríggi, hóast stríð var í londunum, sum vóru í fyrrverandi Jugoslavia. Tíðindi í miðlunum seinastu áratíggjuni hava verið merkt av vanlukkum. Neyð, ósemjur og harðskapur verða hildin at hava størri tíðindavirði enn tað slagið av tíðindum, sum lýsa dagliga lívið hjá vanliga fólkinum. Evropeiskt litað áskoðan á Afrika - eitt “evrosentriskt” sjónarhorn Søgan og landafrøðin í Afrika eru í høvuðsheitum lýst úr einum evropeiskum sjónarhorni. Undirvísingin í skúlunum hevur kanska havt lyndi til at breiða út ta hugsan, at “vit evropearar” funnu Afrika og restina av heiminum, hóast vit vita, at har livdu fólk fyri hundraðtúsundtals árum síðan. Harafturat verður hildið, at tað evropeiska samfelagið er framkomnari enn tað afrikanska. Nógv halda, at sæð úr hesum sjónarhorni eiga afrikanarar at royna at mennast eftir somu kós, sum evropearar hava hildið. Sæð úr einum evrosentriskum sjónarhorni eru dygdir og jaligar síður við afrikonskum samfeløgum ikki áhugaverd. Afrika - hjálpararbeiði og missiónsarbeiði Grundgevingin fyri hjálparveiting og trúboðan er tvískild. Øðrumegin verður hetta gjørt av samhuga við fátækum londum, hinvegin er tað hugburðurin, at “vit” skulu geva teimum minni framkomnu

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=