Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-4 Landafrøði 3 afrikanarunum loysnirnar til teirra trupulleikar. Okkara - í egnu eygum - framkomna samfelag er málið, sum miðað verður eftir. Uppgáva 2: Ber saman økini í Afrika Afrika er ógvuliga fjølbroytt, tá ið tað snýr seg um vøkstur, dýralív, landbúnað og íbúgvar. At kanna hetta nærri kunnu næmingarnir brúka avritssíðuna Landafrøðiligt yvirlit . (Verður hetta brúkt, so er tað í staðin fyri økislandafrøðiligu uppgávurnar í partinum Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3.) Ætlanin er, at næmingarnir savna og skriva grundvitan í teigarnar. Tilfarið kann síðan verða brúkt til víðari greining. Næmingarnir kunnu eisini við støði í egnum tilfari samanbera tey ymsu økini. Hvørji økini eru, sæst á kortinum á bls. 57 í bókini. Hon er saman við atlasi grundarlagið undir arbeiðinum við hesi uppgávuni. Áðrenn farið verður undir uppgávuna, er skilagott at fara skjótt ígjøgnum, hvussu evniskortini í atlasinum verða brúkt (um tit ikki hava arbeitt við tí áður; uppgávur hesum viðvíkjandi eru í partinum um Asia). Greið næmingunum frá, hvussu teir kunnu finna vitan úr kortum, sum vísa t.d. avfall, hita og vøkstur. Nú skuldi verið greitt hjá næmingunum at farið í gongd við at leita eftir upplýsingum um økini. Arbeiðið kann verða lagt til rættis á ymsan hátt. Hvør næmingur kann arbeiða við allari talvuni, ella fimm næmingar kunnu arbeiða saman. Hvør næmingur hevur tá ábyrgdina av sínum parti. Seinni møguleikin er skjótari, men krevur, at øll í bólkinum kunna seg væl um talvuna, tá ið hon er liðug. Um tey ikki gera tað, fáa tey ikki eina heildarmynd av landafrøðini í Afrika. Tá ið næmingarnir eru lidnir við talvurnar, ræður um at skipa og nýta vitanina. Endamálið er, at næmingarnir skulu bera saman økini, greiða frá munum og gera nakrar niðurstøður. Búnir næmingar kunnu væl við støði í talvunum gera sínar egnu spurningar. Tit kunnu í flokkinum práta um, hvussu “góðir spurningar” síggja út. Tað ber kanska til stutt at nevna munin á kvantitativari og kvalitativari vitan. Her eru nøkur dømi um, hvussu spurningar kunnu verða orðaðir: -- Ber saman Vesturafrika og Norðurafrika. Hvørjir líkleikar og hvørjir munir eru? Hvat ger, at tey eru ymisk? -- Hvussu ávirkar veðurlagið í Norðurafrika landbúnaðin? -- Hví regnar meiri í Miðafrika enn í Sunnara Afrika? -- Hvørjir fyrimunir og vansar eru við at búgva í Miðafrika? -- Um tú vart bóndi, hvar í Afrika hevði tú dyrkað majs, kakao og kaffi? Grundgev fyri svarunum. Avritssíða 16.1

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=