Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-5 Landafrøði 3 Uppskot til hugdýping Tá ið næmingarnir arbeiða við landafrøðiligu yvirlitstalvuni, er gott at lata teir fara í dýpdina við eisini at kanna hetta dømið. Fyrri partur - Skiftandi avfall - hóskar best sum fyrilestur. Til seinna partin - Sambandið millum avfall og natúrligan vøkstur - eru arbeiðsuppgávur. Skiftandi avfall Avfalsnøgdin ávirkar í stóran mun vøksturin, møguleikarnar fyri landbúnaði og harvið lívsumstøðurnar hjá fólki, og tí er vert at fara í dýpdina við hesum evni. Avfallið í Afrika er ógvuliga skiftandi, bæði viðvíkjandi nøgd og reglusemi. Hyggið í felag at evniskortinumábls. 68 í bókini. Í regnskógarøkjunum í Miðafrika er avfallið ógvuliga nógv og regluligt. Í savannuøkjunum skiftir harafturímóti millum regntíð og tíðarskeið við turki. Norðanfyri er Sahara, heimsins størsta oyðimørk. Hesin spurningur er gott útgangsstøði til fara í dýpdina við: -- Hví er avfallið í Afrika so skiftandi? Myndin niðanfyri hjálpir næmingunum at svara spurninginum. Brúka myndina og greið frá, stig fyri stig, hvussu nógv avfall er um árið. Tekna myndina á talvuna ella vís hana á samvirknu talvuni. Brúka viðmerkingarnar til myndina. 30° 20° 10° Miðkringur 10° 20° 30° Sunnari sólkringur Norðari sólkringur a 30° 20° 10° Miðkringur 10° 20° 30° Sunnari sólkringur Norðari sólkringur b 30° 20° 10° Miðkringur 10° 20° 30° Sunnari sólkringur Norðari sólkringur c L H L H L H L H L H L H
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=