Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-6 Landafrøði 3 Viðmerkingar til myndina Heilt einfalt ber til at siga, at avfallið í Afrika er treytað av, hvussu sólin flytur seg millum sólkringarnar. a) Várjavndøgur og heystjavndøgur stendur sólin í senit við miðkringin. Í regnskógarøkjunum í Miðafrika er miðalhi- tin ongantíð undir +18ºC, og avfallið er ógvuliga nógv og regluligt. Heitu dagarnar vermir sólin lendið, sum aftur vermir luftina uppiyvir. Vatnið guvar burtur, og vatnguvan fer upp við heita luftrákinum. Hægri luftin fer, kaldari gerst hon. Vat- nmýlini leypa saman til smáar dropar, sum gerast til skýggj, og so fer at regna. Hetta slagið av avfalli kallast góðveðursregn ella konvektivt avfall. b) Tá ið norðara hálva horvir móti sólini, eru regntíðir í savan- nuøkjunum í Norðurafrika. Hetta stendst av gongdini hjá sólini móti norðara sólkringi. Sólin hevur við sær góð- veðursregn til savannuøkini. Ein partur av avfallinum kann røkka savannuøkjunum og oyðimørkini norðanfyri, men er hetta ógvuliga óvist. Í Miðjarðarhavsøkinum er einamest turr oyðimarkarluft. Tá ið sólin er í hæddini við norðara sólkring, er turkur í sunnaru savannuøkjunum í Afrika. Hetta kemst av, at turr oyðimarkarluft kemur sunnaneftir. Tá ið sólin aftur ferðast móti miðkringinum, verður aftur regntíð í norðaru savan- nuøkjunum. c) Hálvt ár seinni horvir sunnara hálva móti sólini. Í hesari legu hevur ferðin hjá sólini móti sunnara sólkringi elvt til regn í sunnaru savannuøkjunum. Samstundis er turr oyði- markarluft yvir norðaru savannuøkjunum. Sambandið millum avfall og natúrligan vøkstur Ein góður máti at lýsa sambandið millum avfall og vøkstur er at tekna ymsar tvørskurðir av Afrika. Takið støði í korti yvir vøksturin í Afrika. Við at brúka avritssíðuna Hvussu er gróðurin í Afrika kunnu næmingarnar tekna tvørskurð av Afrika úr norði til suður. Soleiðis sær vakstrartvørskurðurin út: Avritssíða 16.2 35° N 30° N 20° N 10° N 0° 10° S 20° S 30° S 35° S Oyðimørk Steppa Savanna Oyðimørk Steppa Savann Tropiskur regnskógur Miðjarðar- havskjarr Mið- jarðar- havskj. N Tunis Cape Town

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=