Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-6 Landafrøði 1 Viðmerkingar til myndina Tað er ikki neyðugt, at myndin er heilt bein. Hon er t.d. ikki skapað sum jørðin, og longdarlinjurnar eru ikki allar líka langar. Hugsanin við myndini er, at næmingarnir skulu læra seg meginreglurnar í knattnetinum. Set merki á tilvildarlig støð og lat næmingarnar finna knattstøðuna. Greið frá, hvussu ein finnur longdarstig og breiddarstig, t.d. knattstøðuna 1: 10°N 10°E o.s.fr. Tá ið næmingarnir eru farnir at skilja bygnaðin, kunnu teir arbeiða víðari við avritssíðunum Uppgáva í knattstøðum. Uppgáva í knattstøðum – við svari 1. Í hvørjum londumeru hesar knattstøður: 2. Finn knattstøðuna hjá hesumbýum: 3. Hvørjir býir hava hesar knattstøður: 30° N 30°E (í Egyptalandi) Stockholm (59,5°N 18° E) 34°N 118°V (Los Angeles) 10° S 60°V (í Brasil) Sydney (34°S 150°E) 12°S 78°V (Lima) 30° S 20°E (í Suðurafrika) St. Pætursborg (60°N 30°E) 30°N 90°V (New Orleans) 20° N 100°V (í Meksiko) Addis Abeba (10°N 38°E) 20°S 35°E (Beira) 35° N 135°E (í Japan) Philadelphia (40°N 75°V) 52°N 0° (London) Rio de Janeiro (23°S 43°V) 40°N 0° (Castellón) Tíðarsonur Nógvir næmingar hava verið uttanlands og vita, at tíðin kann verða ymisk í ymiskum londum. Ikki er neyðugt at brúka nógva tíð til henda partin. Eftir eina stutta gjøgnumgongd kunnu næmingarnir gera nakrar rokniuppgávur, sum t.d. onnur í flokkinum kunnu loysa. Kortið – ein gomul søga 1. Kortið sum fyribrigdi og kortniðurfellingar Tvey uppskot til innleiðslu: Lat næmingarnar tekna eitt kort uttan hjálparmiðlar. Ein áhugaverd byrjan kann vera at lata næmingarnar tekna eitt heimskort uttan nakra fyrimynd framman fyri sær. Bið teir seta Føroyar á. Síðani kann prátið snúgva seg um: -- Hvar er miðdepilin á kortinum hjá tær? -- Hví júst har? Avritssíða 3.4 Landafrøði 1, bls. 19 Landafrøði 1, bls. 20 – 22 Avritssíða 3.5 Avritssíða 3.6 Avritssíða 3.7

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=