Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-7 Landafrøði 3 Tá ið arbeiðið við vakstrartvørskurðinum er liðugt, kemur spurningurin, hví vøksturin er so ymiskur, alt eftir hvar í Afrika, tú ert. Næmingarnir kunnu fáa einfalt svar við at gera tvørskurð av avfallinum í Afrika. Arbeiðshátturin er tann sami sum omanfyri. Tað ber til at vísa árliga avfallið við stabbamynd. Ber saman tvørskurðirnar og tosið um, hvussu vøksturin á ymsan hátt lagar seg eftir nøgdini av avfalli. Tað hevur stóran týdning at vísa á, at vatnið guvar burtur í heitum veðurlag. Tað kann regna nógv í summumøkjum, menmeginparturin av vætuni guvar burtur, áðrenn vøksturin fær gagn av henni. Uppgáva 3: Hví hava nógv fólk í Afrika so lítið at liva av Hvat er fátækad ø mi Áðrenn farið verður undir at arbeiða við spurningunum omanfyri, eiga næmingarnir at fáa høvi at hugsa um hugtakið fátækadømi. Hvat vil tað siga hjá einum menniskja at vera fátækt? Hvussu vísir fátækadømi seg í Føroyum? Er nakar munur á at vera fátækur í Føroyum, sum er ríkt land, samanborið við at vera fátækur í t.d. Burundi, sum eftir hagtølunum er eitt tað fátækasta landið? Eru øll fólk rík í ríkum londum og øll fólk fátæk í fátækum londum? Er BTÚ góð at brúka, tá metast skal um vælferðina í einum landi Tað kann vera gott at leggja fyri við at práta um BTÚ. BTÚ – bruttotjóðarúrtøkan – er virðið á øllum vørum og tænastum, sum verða framleiddar í eitt ár. Ofta verður BTÚ roknað fyri hvørt fólk. BTÚ fyri hvørt fólkið er mál fyri vælferð og fíggjarligum framburði. Nógv lond í Afrika eru niðarlaga á listanum yvir BTÚ, men tað merkir ikki tað sama sum, at fólkið í hesum londunum líður neyð. Fleiri veikleikar eru við at brúka “BTÚ fyri hvønn íbúgva” sum mál. Her eru nøkur dømi: 35° N 30° N 20° N 10° N 0° 10° S 20° S 30° S 35° S 0–100 mm 100– 500 mm 100– 500 mm 500– 1 000 mm 0– 250 mm 500–1 000 mm 1 000– 2 000 mm 250– 500 mm 250– 1 000 mm
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=