Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-8 Landafrøði 3 • BTÚ/íbúgva ger ikki mun á vørum og tænastum, sum verða framleiddar. Eitt nú førir hernaðarlig framleiðsla neyvan til vælferð og samfelagsligan framburð. Kortini verður hon roknað við í BTÚ. • BTÚ/íbúgva sigur einki um, hvussu vælferðin er býtt í landinum og millum fólkið. Fá fólk kunnu tí umsita nógv tilfeingi, og fjøldin vera fátæk. • Í nógvum londum í Afrika er ein stórur óformligur geiri, sum liggur uttan fyri tann skipaða búskapin og allar fíggjarligar útrokningar í landinum. Í roynd og veru er hetta tó livibreyðið hjá stórari fjøld av fólki í Afrika. Inntøkan kann stava frá grønmetissølu á gøtunum og øðrum einfaldum tænastum. Ofta er hetta ein máti, sum arbeiðsleys nýta at útvega sær inntøku. • Stórt BTÚ/íbúgva, kann vera rokkið við at tránýta tilfeingið og kann hava skatt umhvørvið. Tað hevur í roynd og veru mangan við sær verri lívskor og eina gongd, sum ikki kann standa við. Tað eru mong onnur broytilig viðurskifti, sum betur vísa, hvussu fólkið í veruleikanum hevur tað. Miðal lívsævi, pinkubarnadeyði, lesiførleiki og skriviførleiki umframt atgongd til reint vatn eru dømi um aðrar hættir at mála vælferðina og framburðin. Avritssíðan Kunnað verður við taltilfari um trý lond (sí partin Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3) er ein uppgáva, har næmingarnir hava høvi at arbeiða við taltilfari um fíggjarligt tilfeingi og vælferð. Afrika – ríkur heimspartur við fátækum fólkum Tankakortið niðanfyri hjálpir næmingunum at skipa orsakirnar til tilfeingistrotið, sum ávirkar lívið hjá nógvum fólkum í Afrika. Teigarnir í tankakortinum eru ikki ætlaðir at fevna um alt, og tað ber ivaleyst til at seta spurning við teir. Tað eigur at verða tikið við í undirvísingini. Legg frágreiðingar hjá lærara og næmingum aftur at hesum. Tosið í flokkinum um, hvørjar orsakir hava mest at siga. Royn at vísa á samband millum ymsu orsakirnar. Avritssíða 13.13 Mutur Hjálandastevna Stórt trýst á landbúnaðinum Trælahald Skjótur fólkavøkstur Hví hava nógv fólk í Afrika so lítið at liva av? Skuldarbyrðan Ójavnt býti av ríkidømi Ríki heimurin gagnnýtir tilfeingi í Afrika Veikt fólkaræði Borgarakríggj

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=