Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-9 Landafrøði 3 Arbeiðið við tankakortinum kann verða skipað ymist: • Næmingarnir kunnu gera síni egnu tankakort við at lesa í bókini og skriva niður hugsandi svar til spurningarnar. • Næmingarnir kunnu brúka teigarnar í tankakortinum omanfyri sum grundarlag og leita beinleiðis eftir svari. • Næmingarnir kunnu arbeiða hvør sær, tveir og tveir ella í bólkum. • Framløgan kann verða gjørd á ymsan hátt: munnliga, sum framseting, veggjamynd, fyrilestur, við framløguforriti ella sum pallborðsfundur. Viðmerkingar til tankakortið Trælahandil og hjálandaveldi Tað ber ikki til at meta um, hvussu nógv trælahandilin hevur ávirkað møguleikarnar hjá Afrika at ment seg. Um leið 20 til 30 milliónir fólk vórðu flutt burtur. Harðast rakt var Vesturafrika. Trælahandilin hevði við sær, at nógvastaðni var týðiligt trot á arbeiðsmegi, sum bar í sær afturgongd í landbúnaðinum, og framleiðslan av matvørum minkaði. Tað vóru ofta afrikanarar, ið stóðu fyri jagstranini eftir trælum. Hetta elvdi til spjaðing millum ymsar afrikanskar bólkar. Samstundis sum trælahandilin mergseyg stórar partar av Afrika, legði hann stórt ríkidømi eftir seg bæði í Evropa og Amerika. Í tíðarskeiðinum frá 1885 til 1960 var nærum alt Afrika stjórnað av evropeiskum londum. Hetta bar í sær, at tað vóru ikki afrikanarar, men evropearar, ið gjørdu av, hvat skuldi verða framleitt og selt, og hvussu yvirskotið skuldi verða nýtt. At hald varð lagt á jørðina gjørdi saman við høgum skatti, at fólkmátti fáa sær arbeiði í gróðrarlundum, námum og øðrum vinnum, ið vórðu riknar av evropearum. Tað bar í sær, at stór fjøld av fólki bleiv bundin av evropearunum. Hetta er framvegis støðan í dag, hóast hjálandatíðin er av. Landbúnaðurin varð lagaður eftir útflutningi til Evropa. Útflutningsvørur sum kakao, kaffi og bummull vórðu dyrkaðar í staðin fyri grøði, sum veitir fólki mat. Nógvastaðni tóku stórar evropeiskar fyritøkur ta fruktagóðu jørðina, og afrikanararnir vórðu fluttir til reservat. Í summum hjálondum tóku evropeisku niðursetufólkini ta bestu jørðina, og tey, sum áður áttu hana, afrikanarar, máttu arbeiða sum bønarfólk. Nógv afrikonsk lond eru framvegis bundin at nøkrum fáum útflutningsvørum. Tað ger, at skiftandi prísir á heimsmarknaðinum í stóran mun ávirka londini. Hvussu ríku londini gagnnýta tilfeingi í Afrika

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=