Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-10 Landafrøði 3 Afrika er ríkur heimspartur, men fólkið er ofta fátækt. Nógv halda, at trupulleikin hjá Afrika er úrslit av eini órættvísari handilsskipan. Henda áskoðan er í stuttum grundað á, at rávørurnar í Afrika verða útfluttar bíliga, verða síðan tilvirkaðar í teimum ríku londunum og koma aftur til Afrika sum dýrar vørur. Harafturat er gongdin tann, at Afrika fær minni og minni fyri rávørurnar, og at innflutningurin av lidnum vørum gerst dýrari og dýrari. Hetta hevur havt við sær, at vinnulívið í Afrika miðar eftir rávøruframleiðslu til útflutnings við tí fyri eyga at útvega útlendskt gjaldoyra at rinda fyri innfluttar vørur. Ógvuliga lítil partur av inntøkunum frá útflutninginum er farin til íløgur at menna heimliga ídnaðin og annað virksemi, sum kundi bøtt um lívskorini hjá fólkinum. Skjótur fólkavøkstur og stórt trýst á landbúnaðin Í nógvum londum í Afrika veksur fólkatalið skjótt . Hetta leggur trýst á landbúnaðin í ávísum økjum. Harðast rakt eru siðbundin jarðarbrúk, t.d. sviðbrúk á kargari jørð. Skjótur fólkavøkstur kann elva til, at jørðin verður tránýtt ella brúkt á skeivan hátt, og tað hevur ofta við sær, at moldin verður útpínd og máar burtur. Ein avleiðing av hesum er, at matvøruframleiðslan minkar. Sum áður nevnt hevur stórur partur av afrikanska landbúnaðinum lagað seg til at dyrka útflutningsvørur sum bummull, jarðnøtir, te, kaffi, kakao og sukur heldur enn matvørur til heimamarknaðin. Av tí at nógvum londum tørvar útlendskt gjaldoyra at rinda fyri innfluttar vørur, verða tey jarðarbrúk, sum framleiða útflutningsvørur, stuðlað. Samstundis selja tey ríku londini sítt yvirskot av landbúnaðarvørum fyri undirprís. Hetta ber í sær, at Afrika fær minni og minni burtur úr útflutningi sínum. Ójavna býtið av jørðini verður ofta nevnt sum orsøk til fátækadømi. Sæð úr hesum sjónarhorni er býtið av tilfeinginum orsøkin til trupulleikan, heldur enn at lond eru ovfólkað. Skuldarbyrðan Nógv lond í Afrika hava stóra skuld. Í 1970-árunum varð nógvur peningur læntur, einamest úr bankum í Evropa og USA. Lánini fóru mangan til marglæti hjá teimum ráðandi og til skeivar íløgur. Nú á døgum mugu londini gjalda stórar upphæddir fyri rentur av hesum lánum, og tey eru ofta bundin av hjálp frá Altjóða Gjaldoyragrunninum (IMF) til stuttfreistaða bjarging. Vanliga mugu afrikonsku londini gera okkurt afturfyri hjálpina, ið verður veitt sum nýggj lán. Kravið kann til dømis vera skerjingar hjá tí almenna og skerdan stuðul til matframleiðslu, og somuleiðis, at útflutningsvinnan verður styrkt at fáa til vega útlendskt gjaldoyra. Í hesum londunum forðar hetta fyri eini gongd fram ímóti størri vælferð til borgararnar.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=