Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-11 Landafrøði 3 Veikt fólkaræði og ójavnt býti av ríkidømi Stutt eftir, at afrikonsku londini vóru leys av hjálandaveldunum, fingu nógv teirra einfloksskipan. Tjóðarsemja og hart felags stríð innan fyri karmarnar á einfloksskipanini vórðu hildin vera neyðug til tess at loysa stóru trupulleikarnar, sum teir ungu statirnir vóru í. Veruleikin varð tó mangan ein annar. Í staðin fyri at menna t.d. landbúnað, ídnað, skúlar og heilsuverk endaði meginparturin av fíggjarliga tilfeinginum hjá nøkrum fáum fólkum, hvørs stýri hevði til endamáls at gagna egnum áhugamálum. Í 1990-árunum fóru nógv lond frá einfloksskipanini, og val við fleiri flokkum fóru fram. Kanska verður hetta eitt fet móti samfelagsligum og fíggjarligum framburði í hesum londum. Mutur og borgarakríggj Borgarakríggj oyðileggur sjálvandi fortreytirnar at byggja eitt vælferðarsamfelag. Staðbundnir hernaðarleiðarar og mutraðir leiðarar seta nógvan pening í hernaðarútbygging. Mutraðu leiðararnir sita einans við valdinum, tí teir eru stuðlaðir av herinum, ið ikki so sjáldan er gjørdur út við vesturlendskari tøkni.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=