Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 3-7 Landafrøði 1 -- Hvussu hevði eitt heimskort sæð út, sum ein kinesari ella amerikanari hevði teknað? -- Hví brúka vit kort? Lat næmingarnar tekna eitt kort. Annar máti at vekja áhuga hjá næmingunum er at gera ein lítlan leik. Sig næmingunum, at tú ert júst fluttur higar. Onkur má hjálpa tær at finna til eitt ávíst stað. Vel tær okkurt pláss, sum næmingarnir vita um, so teir fáa hjálpt tær. Bið teir siga tær, hvussu tú finnur leiðina. Tú kanst látast, sum tú ikki skilir vegleiðingina. At enda fer onkur at tekna eitt kort, so at tú betur skilir, hvønn veg tú skalt fara. Ikki fyrr enn tá letur nú næmingarnar skilja, at nú veitst tí leiðina hagar. Nýt høvið at práta við næmingarnar um at brúka kort. Tá ið teir royndu at hjálpa tær, kom óivað fram, at ikki øll høvdu somu fatan av nærumhvørvinum. Eftir innleiðsluna: Hygg í kortið á bls. 20 í bókini . Les myndatekstin og ber saman við eitt nýtt atlas. Set spurningarnar: -- Hvat er skeivt í tí gamla kortinum? -- Hví kundi kortteknarin í 16. øld ikki tekna kortið heilt rætt? Ber síðan saman við tað, ið skrivað verður á bls. 26–27 í bókini: “Nútíðar hjálpartól”. Ber saman heimskortið á einum globusi og á einum veggjakorti. Set spurningarnar: -- Hvat er munurin? -- Hví er munurin? Tú kanst brúka dømið úr bókini við appilsinini. Tekna eitt lítið land á appilsinina. Flys hana og ger eitt slætt kort. Greið næmingunum frá, hvat kortniðurfelling er. At greiða frá, hvussu kort verða gjørd, er ikki einfalt, men hinvegin er heldur ikki neyðugt at brúka nógva tíð til hetta. Endamálið er, at næmingarnir skilja, at niðurfellingin ávirkar, hvørjar eginleikar kortið fær og sostatt, hvat tað kann brúkast til. Tað eigur tó at verða undirstrikað, at øll vinkulsonn kort eru kort, har londini liggja rætt í mun til hvørt annað, og at víddarsonn kort vísa rætt støddarlutfall . Kortini á bls. 22 í bókini kunnu verða tikin til umrøðu, um næmingarnir hava fingið áhuga fyri evninum.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=