Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-1 Landafrøði 3 Norðuramerika Í hesum partinum verður einamest arbeitt við USA. USA er heimsins máttmiklasta land og ávirkar heimin bæði fíggjarliga, politiskt og mentanarliga. Hetta er tí viðkomandi at kanna nærri. Í lærarabókini er eisini ein uppgáva umMeksikobý. Viðvíkjandi uppgávum í navnalandafrøði og økislandafrøði verður víst til uppgávurnar í partinum Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3. Í lærarabókini eru uppgávur, sum menna evnini at skapa, at leita, at skipa og at meta um upplýsingar, at síggja orsakir og avleiðingar, at grundgeva og at taka egna støðu. Endamál At fáa kunnleika til USA – heimsins máttmiklastu tjóð Heimsins máttmiklasta tjóð, USA, er í Norðuramerika. Parturin viðger mest USA, og hví USA hevur so stórt vald. At fáa innlit í, hvussu myndin av einum øki kann verða broytt, alt eftir hvør greiðir frá Í vegleiðingini er ein ímyndaður leikur um Meksikobý, har næmingarnir í bólkum, óheftir hvør av øðrum, fáa uppgávuna at eygleiða býin úr ymsum sjónarhornum. Hetta gevur ymsar myndir av býnum. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • dugir at greiða frá nøkrum fyrimunum og vansum við tilfeingisnýtsluni í Norðuramerika • dugir at nevna nøkur dømi um, hvussu USA ávirkar hini londini í Norðuramerika og restina av verðini fíggjarliga, politiskt og mentanarliga • dugir at greiða frá nøkrum orsøkum til, at USA er so sterkt og múgvandi, og at vísa á, hvussu lívsførslan í landinum ávirkar umhvørvið og náttúrutilfeingið • fær innlit í, at tað hevur stóran týdning at meta um tíðindakeldur. BÓKMENTIR Heimssøga frá 1900 til í dag, bls. 94-102. Nám 2012 Steinbjørn B. Jacobsen: Brá úr USA. Fannir 1982 Cynthia Voigt: Hin drúgva heimferðin 1-2. BFL 1996 Sonne Smith: Søgan um indianararnar. Forlagið Smith 2011 Finn Arnesen: Indiánarnir. Føroya Lærarafelag 1991 17
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=