Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-2 Landafrøði 3 Arbeiðsgongd Arbeiðsgongdin hevur uppskot um, hvussu vit leiða næmingarnar inn í evnið. Síðan er uppskot til tvær uppgávur. Tann fyrra er um USA (USA í brennideplinum), tann seinna er umMeksikobý. Uppskot til innleiðslu Okkara mynd av Norðuramerika Tað kann vera áhugavert at leggja fyri við at lata næmingarnar hugsa um sína egnu mynd av Norðuramerika. Nógv halda, at meginlandið Norðuramerika og USA er eitt og tað sama. Tað er ikki so løgið. Eftir seinna heimsbardaga hevur USA havt stóra ávirkan á heimin, bæði fíggjarliga, politiskt og mentanarliga. Síðan Sovjetsamveldið fall, er henda ávirkan vorðin týðiligari enn áður. Meðan næmingarnir arbeiða við hesum partinum, ræður um, at teir alla tíðina hava tann spurningin í huga, hví USA er so máttmikið og múgvandi og hevur so nógv at siga, bæði á norðuramerikanska meginlandinum og í heiminum. Virksemið niðanfyri plagar at vera væl egnað at gera hesi viðurskifti ítøkiligari fyri næmingunum. Ger tankakort av londunum í Norðuramerika Lat næmingarnar gera trý tankakort, eitt við hvørjum av londunum USA, Kanada ogMeksiko í miðdeplinum. Næmingarnir skriva síðan niður alt, teir vita um hvørt av hesum trimum londunum. Vanliga vita flestu teirra ógvuliga nógv um USA, men ikki so nógv um Kanada og Meksiko. Í flokkinum kunnu tit práta um úrslitið av tankakortunum og royna at finna fram til, hví úrslitið er so. Tit kunnu nýta inngangin í bókini um Norðuramerika (bls. 80). USA í brennideplinum Hugsanin við hesum partinum er, at næmingarnir ogna sær vitan um, hví USA hevur so stóra ávirkan á heimin, og fáa høvi at seta seg inn í týdningarmiklar framtíðarspurningar hjá USA. Tað, sum hendir í USA, og hvussu landið ber seg at mótvegis umheiminum, hevur stóra ávirkan á alla verðina - politiskt, fíggjarliga og mentanarliga. Byrjanin av 21. øld hevur nógv dømi um hetta: • Yvirgangsatsóknin móti World Trade Center og harav kríggið í Afganistan. Landafrøði 3, bls. 80-105
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=