Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-3 Landafrøði 3 • At USA ikki vildi vera við í Koyoto-avtaluni, samstundis sum landið hevur eitt tað størsta CO 2 -útlátið í heiminum. • Tá Bretland og USA vóru í kríggi móti Irak. • Altjóða fíggjarkreppan, sum byrjaði í USA. Amerikanski forsetin setir ófrávíkiliga síni fingramerki á tað, sum hendir í heiminum, og tað hevur hann gjørt síðan seinna heimsbardaga. USA hevur, sum einki annað land, blandað seg í altjóða ósemjur. Amerikanska mentanin, vísindini og tíðindaflutningurin eru onnur øki, sum í stóran mun ávirka heimin. Hesir báðir spurningarnir skulu viðgerast í uppgávuni: -- Hví er USA so múgvandi og máttmikið og hevur so stóra ávirkan í heiminum? -- Hvørjir framtíðarspurningar krevja loysnir? 1. Hví er USA so múgvandi og máttmikið og hevur so stóra ávirkan í heiminum Svarið er ógvuliga fjølbroytt, men kann partvís verða funnið í landafrøðiligu umstøðunum hjá USA. Her verður tikið stutt samanum: • USA hevur ovurstórt rávørutilfeingi, millum annað olju, kol, jarnmálm og kopar. • Í landinum eru stórar fruktagóðar víddir við nútímans landbúnaði á høgum tøkniligum stigi. Tað ger, at landið hevur stórt yvirskot av grøði, sum verður seld á heimsmarknaðinum. USA er heimsins størsti matvøruútflytari og kann tí áseta prísirnar á heimsmarknaðinum og ávirka politikkin hjá øðrum londum. • USA er heimsins størsta ídnaðarland. Hetta kemst av, at har er stórt rávørutilfeingi. Aðrar orsakir eru vælútbúgvin arbeiðsmegi, útbygt undirstøðukervi og jaligur hugburður til íverksetan. • Ídnaðarliga styrkin hevur eisini gjørt USA til heimsins máttmiklasta hernaðarvald, sum er við til at ansa eftir og at verja amerikonsk áhugamál kring heimin. • Hóast USA hevur stórt rávørutilfeingi, er neyðugt hjá teimum at innflyta nógv ymisk metal, málm og olju. Hetta ávirkar uttanríkispolitikkin hjá USA. USA má hava sameind lond, sum kunnu lata neyðugu rávøruna, annars fær landið álvarsamar trupulleikar, eftirsum nýtslan av tilfeingi er so stór. • USA er mentanarligt stórveldi. Amerikanskur tónleikur, filmar og framtakssemi hava gjørt, at fólk í stórumpørtumav heiminum hava tikið ta amerikonsku lívsførsluna til sín og kenna seg mentanarliga knýtt at landinum. Ein grund til mentanarligu framgongdina í USA er, at har búgva fólk við sera fjølbroyttum
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=