Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-4 Landafrøði 3 uppruna, ið samstundis eru bundin saman við sterkari kenslu av tjóðskaparligum samleika. • USA er undangonguland í vísindum og gransking. Tað styrkir fíggjarligu støðuna í landinum. USA brúkar nógvan pening til gransking og dregur til sín nógvar dugnaligar granskarar úr øllumheiminum. Flestu teirra, sumhava fingið nobelheiðurslønir í náttúruvísindum, eru av amerikonskum lærdum háskúlum ella stovnum. 2. Hvørjir framtíðarspurningar krevja loysnir Svarið er ógvuliga fjølbroytt, men kann partvís verða funnið í landafrøðiligu umstøðunum hjá USA . Her verður tikið stutt samanum: • Um leið ein fjórðingur av CO 2 -útlátinum í heiminum stavar frá USA, ið hevur heimsins hægsta útlát fyri hvønn íbúgva. Stóra orkunýtslan er avleiðing av amerikonsku lívsførsluni. Í 2005 stavaðu 85 prosent av orkuni frá at brenna steinrunnin brennievni. Hóast USA er triðistørsti oljuframleiðari, er landið í alt størri mun bundið at oljuinnflutningi. Hetta eiga vit at hava í huga, tá vit meta um framferðarháttin hjá USA í arabiska heiminum. • Hervaldið hjá USA er millum heimsins sterkastu. Hernaðarligu tiltøkini í Afganistan og Irak kravdu ómetaliga nógvan pening. Í 2008 fóru 600 milliardir dollarar til hervaldið; tað svarar til um leið 41 prosent av øllum hernaðarútreiðslum í heiminum. Samstundis stríðist landið við eina statsskuld, sum er yvir 11 túsund milliardir dollarar (juni 2009) – eitt tal, sum er nærum ófatiligt. • Í USA búgva um leið 306 mill. fólk, og landið verður mett at hava heimsins sterkasta búskap. Kortini liva umleið 15 prosent av amerikanarunumundir fátækramarkinumog hava ikki nøktandi atgongd til heilsurøkt og útbúgving. Av hesum eru lutfalsliga nógv fólk indianarar, afroamerikanarar ella spanskttalandi. Arbeiðsgongd Být næmingarnar í bólkar við tveimum ella trimum í hvørjum og gev teimumuppgávuna at kanna USAgjøllari. Bólkarnir velja sær eitt evni eftir áhuga. Listi við uppskotum til evni er í avritssíðuni USA í brennideplinum . Flokkurin skal helst fevna um so mong evni, sum til ber. Velja fleiri bólkar sama evni, ber til at avgera við lutakasti. Hvør bólkur orðar minst tríggjar spurningar sum útgangsstøði fyri arbeiðinum. Tá ið uppgávan er liðug, eiga spurningarnir at vera svaraðir. Avritssíða 17.1
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=