Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-5 Landafrøði 3 Legg fram við filmi Ein góður máti at leggja fram er, at hvør bólkur ger ein film um sítt evni. Tað krevur at verða fyrireikað í góðari tíð, so at framløgurnar eru lagaðar til hendan miðilin. Málið kann t.d. vera ein dokumentarsending um USA, sum øll evni og allar framløgur í flokkinum eru partar av. Tá ið næmingarnir leggja fram á slíkan hátt, skorta sjáldan skapanarevni og arbeiðshugur. Úrslitið verður ítøkiligt og kann eisini verða lagt fram fyri øðrum enn flokkinum. Hetta eggjar flestum næmingum at leggja alla orku í arbeiðið. Takið samanum við práti um báðar høvuðsspurningarnar. Meksikobýur Í hesi uppgávuni kunnu næmingarnir royna síni skapandi evni. Tey skulu kanna Meksikobý - men sum ein ímyndaðan leik. Být flokkin í tríggjar bólkar og greið frá, at tey skulu arbeiða við einari uppgávu um Meksikobý, men hvør bólkur má ikki avdúka fyri hinum, hvat tey fáast við. • Ein bólkur er “settur í starv” hjá einari ferðskrivstovu og skal gera Meksikobý so dragandi, at hann lokkar ferðafólk til sín. Tey fáa avritssíðuna Terrific Travels. • Ein bólkur er “settur í starv” hjá føroyska uttanríkisráðnum. Tey skulu skriva eina frágreiðing umMeksikobý – fyrst av øllum við atliti at trygdini hjá ferðafólki. Tey fáa avritssíðuna Uttanríkisráðið . • Ein bólkur er “settur í starv” hjá Justice to the People, íspunnin NGO felagsskapur (non-government organization), og skal skriva frágreiðing um heilsustøðuna hjá fólkinum í Meksikobýi. Hetta fevnir eisini um kriminalitetin í býnum. Tey fáa avritssíðuna JTTP . Arbeiðið eydnast best, um bólkarnir kunnu arbeiða í hvør sínum høli. Hvør bólkur skal gera sína frágreiðing, sum síðan verður løgd fram fyri hinar bólkarnar. Á henda hátt verða tríggjar ymsar útgávur av Meksikobýi, sum kunnu vera bæði stuttligar og læruríkar. Eins og arbeiðið við USA í brennideplinum , kann henda frágreiðing verða gjørd sum filmur. Tá ið arbeitt verður við slíkum uppgávum er ikki so sjáldan, at sjónleikaraevnini hjá næmingunum koma undan kavi. Í avritssíðuni verður skotið upp, at næmingarnir annaðhvørt gera ein film, sum varir einar fimm minuttir, 20 síður í einum framløguforriti ella tríggjar stórar veggjamyndir. Best er, um allir bólkarnir nýta sama framløguhátt. Næmingarnir skulu halda arbeiðið vera stuttligt, samstundis sum teir skulu taka tað í álvara. Svarini verða ymisk, alt eftir hvørjum leitað verður eftir. Avritssíða 17.2
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=