Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-6 Landafrøði 3 Avritssíða 17.1 USA í brennideplinum USA er heimsins ríkasta land og hevur - sum tú helst longu veitst - stóra ávirkan á heimin. Hví er hetta so? Hesin spurningur hevur nógv svar. Okkurt av teimum finnur tú kanska við at arbeiða við onkrum av evnunum niðanfyri. Tit kunnu arbeiða í bólkum við tveimum ella trimum í hvørjum. Hvør bólkur velur tað arbeiðsøkið, hann heldur vera áhugaverdast. Undir hvørjari yvirskrift er ein stutt lýsing, sum vónandi ger tað lættari at velja evni. Bólkurin eigur at orða minst tríggjar spurningar, sum skulu verða svaraðir, so hvørt sum arbeiðið líður. 1. USA –matvørurisin USA er heimsins størsti útflytari av ymiskum landbúnaðarvørum, t.d. hveiti, mais, soyabønum og bummull. Landbúnaðurin í USA verður rikin í stórum eindum og við maskinum. Nú á døgum arbeiða bara um leið 3 prosent av arbeiðsmegini í landbúnaðinum. 2. Heimsins størsta ídnaðartjóð Í USA eru ómetaliga stórar nøgdir av koli, olju, málmi og miniralum, sum hava verið grundarlag undir væl útbygda ídnaðinum. 3. Fjølbroytt veðurlag og náttúra Í USA er stórt margfeldi av vøkstri, dýrum og umhvørvi. Har eru heitar oyðimerkur, køld póløki, víðlendar preriur og veldiga stór fjallalendi. 4.Vælferð og umhvørvi Flestu fólk í USA hava góð lívskor og hava ríkiligt av lutum og útgerð. Men tann amerikanska lívsførslan og mátin at gagnnýta tilfeingið fara illa við umhvørvinum. Luftdálking, yvirvaksin ruskpláss, útlát frá ídnaðinum, vatntrot, saltøking ( salinization ) og burturmáan ( erosion ) eru bert partar av trupulleikunum, sum amerikanska samfelagið hevur at dragast við. 5. Nógvir milliónabýir Um leið helvtin av amerikanska fólkinum býr í milliónabýum. 75 prosent búgva í tættbygdum økjum. Í nógv ár hevur flytingin frá bygd til bý verið stór, og rákið er nú, at fólk rýma úr niðurslitnu og ovfólkaðu miðbýunum til forstaðirnar.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=