Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-7 Landafrøði 3 Avritssíða 17.1 Nógv hava tikið enn størri stig og eru flutt úr gomlu ídnaðarbýunum í landnyrðingspartinum av USA til býir í sunnara og vestara parti av landinum. 6. Fólkið í USA – fjølbroyttur uppruni Í USA búgva milliónir av tilflytarum og eftirkomarum teirra. Tilflytararnir eru úr øllumheimsins heraðshornum. Stórir fólkabólkar eru úr Evropa, Afrika, Asia, Miðamerika og Suðuramerika. Upprunafólkini í USA, indianararnir, verða mettir at vera um leið 1,5 mill. í tali, og nógvir teirra liva í vánaligum korum. Fólkatalið í USA er til samans umleið 306 milliónir. 7. Ríkt land – við stórummuni millum rík og fátæk USA er ógvuliga ríkt land, og í 1900-talinum batnaðu lívskorini nógv hjá flestum amerikanarum. Vælferðin er tó ójavnt býtt. Í heimsins ríkasta landi eru um leið 25 mill. fólk, sum hvønn dag hava tørv á, at onkur gevur teimum mat. Tey fátæku í samfelagnum hava sjáldan atgongd til heilsurøkt og útbúgving. Lutfalsliga nógvir afroamerikanarar og stakar mammur hoyra til tey fátæku. USA er í nógvar mátar eitt sundurbýtt samfelag. 8. USA – einasta politiska og hernaðarliga heimsveldið Eftir seinna heimsbardaga stríddust Sovjetsamveldið og USA í sonevnda “kalda krígnum”, sum snúði seg um, hvør teirra skuldi hava ræði á heiminum. Bæði londini dubbaðu seg hernaðarliga og kappaðust á øllum hugsandi økjum. Í vápnaðum stríði og kríggjum, sum vóru kring heimin, stuðlaðu stórveldini hvør sínum parti, t.d. í Koreakrígnum, Vjetnamkrígnum, kreppuni á Kuba og krígnum í Afghanistan í 1980-árunum. Kalda kríggið endaði, tá ið Berlinmúrurin fall tann 9. november 1989. Stutt eftir hetta datt Sovjetsamveldið sundur. Í dag er USA einasta stórveldið og hevur tí stóra ávirkan á heimin.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=