Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 17-9 Landafrøði 3 Avritssíða 17.2 Uttanríkisráðið Tú og bólkurin hava fingið starv í føroyska uttanríkisráðnum, sum millum annað skal tryggja føroyingar í útlondum. Uppgávan er at fáa til vega upplýsingar um Meksikobý. Tað sigst, at talið á føroyskum ferðafólki, sum kemur til býin, fer at vaksa í ár. Fyri at kunna svara spurningum frá ørkymlaðum avvarðandi og gera tilráðingar til ferðafólk, er neyðugt hjá Uttanríkisráðnum at hava atgongd til nýggjastu upplýsingarnar. Upplýsingarnar, sum tit finna, skulu verða lagdar fram í flokkinum annaðhvørt sum filmur, fimm minuttir til longdar, sum 20 síður í einum framløguforriti ella sum tríggjar stórar veggjamyndir. Við í framløguni skal vera: • Meting av, hvussu trygt er at ferðast í Meksikobýi • Hvørjir vandar eru • Hvat eiga ferðandi at hugsa um • Eru partar av býnum, ein eigur at halda seg frá.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=